Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Andaktir

Veðrið er illfýsið, og tað regnar av grimd. Morgunin er myrkur, og tað er óunniligt at hyggja út ígjøgnum gluggan. Hví skal tað altíð vera so, var fyrsta hugsanin, tá ið gardinurnar vórðu drignar frá. Veðurlagið er ikki til vildar, og tað órógvar sinnið. Ólíka er aðrastaðni burturi í londum, har tað er liviligari.

Ein vánaligur morgun fekk umrøðu við morgunmatarborðið. Tað var eins og maturin hevði ein atsmakk av regni. Tað hugnaliga ljósið í stovuni megnaði ikki at seta dám á løtuna, ið var ein morgunstund við regni og myrkri uttandura.

Tað løgna var, at vit vóru undir taki í hita og fjálgum rúmi. Og tó kendist tað sum um, at vit sótu úti undir opnum himli. Tað, ið var uttanfyri, var komið á gátt, var komið innar í stovuna. Vit, ið sótu turr og fjálg inni í húsinum, vóru á ein hátt úti í túninum, har tað ikki var sitandi fyri tráligum eystanvindi. Vit, ið sótu innandura við búgvið borð, ótu morgunmatin, sum um vit vóru uttandura.

Klokkan var farin av 7, og Kringvarpið sendi morgunlesturin í útvarpinum. Lesturin byrjaði við tøkk fyri náttarhvíld, vernd og søtan svøvn. Tøkkin setti orð á lívið, at okkum untist at vakna frísk og ferðug til ein nýggjan dag. Tey, ið høvdu ligið í andvekri ella høvdu havt eina tunga nátt, vórðu løgd í Harrans hendur við bøn um styrki til dagin og vegin.

Bønin í útvarpinum flutti sjóneykuna frá tí dapra til ljósari hugsan. Var misnøgdin við veðrið bara ein gyltur møguleiki at flyta fokus? Var umtalan av veðrinum, regninum og myrkrinum einans tekin um skýmligar løtur í sál og sinni? Var talan um undirskot av lívsgleði og orku?

Eftir lesturin letur í konuni, ið sat hinumegin borðið, at vit hava nógv at takka fyri. Hetta vakra landið gevur okkum møguleikan at liva eitt gott lív í friði og náðum. Oyggjalandið Føroyar, har vónandi øll hava tak yvir høvdið, mat og klæði. Ríkidømið er so stórt, at taka vit sosial atlit, er nóg mikið til øll.

Samvitskan fekk tað torført, tí tað er jú ein marglætis trupulleiki hjá okkum, um veðrið er tað einasta, ið ikki er til vildar. Alt tað góða, rímilig heilsa, familja, vinir og kenningar. Alt tað, ið átti at fylt sinnið við tøkk og undran, varð skolað burtur við regninum ein myrkan dag í november.

Tøkkin misti fótafestið, og tá fer lívsvirðið eftir ánni og verður tikið út á streymharðan fjørð, har íðan kemur upp og sjógvarnir bróta.

Sinnið lýsnaði við degnum, og tað kendist løgið, at løtan á morgni dvaldi við veðrið uttandura heldur enn at gleðast um friðin innanveggja. Aftur og aftur vitjaði hugsanin sum ein opin spurningur: Hvat er tað, ið veruliga hevur týdning í lívinum? Hvat er tað, ið gevur lívinum innihald?

Hjá einum royndum presti átti svarið at komið av sær sjálvum. Men, einki kemur av sær sjálvum, ei heldur svarið til torførar spurningar ella vísdómur lívsins. Svarið kemur við vindinum, og við vindinum ferðast Guðs andi.

Líknilsið um dýrgripin í jørðini varð borið inn í stovuna. Tað týdningarmesta av ølum týdningarmiklum. Tað æviga orðið um Guðs kærleika í Jesusi Kristi lýsti sum lívsins ljós inn ígjøgnum gluggan og tók sæti í sálini. Uttanífrá kom ljósið inn ígjøgnum vindeygað og lýsti upp. Innanífrá og úteftir er so skjótt at síggja myrkur, regn og illfýsið veður.

“Himmiríkið er líkt einum dýrgripi, sum lá fjaldur í jørðini; ein maður fann hann og krógvaði hann, og av gleði um henda fund fór hann avstað og seldi alt tað, ið hann átti, og keypti hesa jørðina.” (Matteus 13,44).

Lívsins hægsta mál er at ogna sær dýrgripin í jørðini. Guð hevur okkara vegna í sáttargerð Jesu Krists keypt og goldið tann jarðarteigin, har dýrgripur lívsins liggur fjaldur. Í trúnni á Jesu fullgjørdu frelsu fáa vit av náði ta stóru gávu, at dýrgripurin, – at Himmiríkið varpar signing yvir jørðina og veitir okkum skjól um ævir.

Tað var ótrúligt, at ein vátur morgun í skiftinum frá heysti til vetur skuldi gera løtuna myrka og tunga.

Tað var ótrúligt, at sinnið flutti sjóneykuna frá øllum tí, ið var gott og gagnligt, so eyguni dvaldu við myrkrið, og oyruni hoyrdu regnið, ið slerdi inn ímóti rútinum.

Trúliga satt er tó tað, at trygt er at ganga lívsins leið, tá ið hond okkara verður løgd í Harrans hendur.

Leiddur av Jesusi til ljósari løtur og loksins til lívsins land við ævigari sælu, friði og kveikjandi ró. Amen.

Orðið: “Eygað er ljós likamsins. Er tí eyga títt frískt, verður alt likam títt ljóst; men er eyga títt sjúkt, verður alt likam títt myrkt.” (Matteus 6,22-23).

Jógvan Fríðriksson, biskupur

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo