Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Tórshavnar kvøldskúli hevur nú fingið munandi betri umstøður við Vørðsluna í M.A. Winthersgøtu. Í gjár sýndi leiðarin á kvøldskúlanum, Jógvan Sørin Hansen, fram nýumvælda bygningin fyri politikarum og øðrum.

Kommunan eigur tríggjar bygningar við Vørðsluna, og hetta er tann fyrsti, sum verður settur í stand.

Nógvur tónleikur er á kvøldskúlanum, og nú bygningurin er umvældur, eru trý høli til tónleik komin aftrat. Umframt tónleikaundirvísing hava vevirnir fingið gott pláss í erva í hølunum, sum tíðindafólkini á Degi og Viku áður hildu til, áðrenn Tórshavnar kommuna keypti bygningin.

Í neðra er umframt undirvísingarhøli til tónleik eisini eitt miðhøli til fyrilestrar og undirvísing. Til ber eisini at víðka um hølini við eini draguhurð.

Heðin Mortensen, borgarstjóri, bar fram røðu og helt fyri, at umbyggingin sær sera væleydnað út.

- Hetta er Føroya nógv størsti skúli. Næmingatalið er vaksandi. Og seinastu mánaðirnar hava vit við spenningini sæð gamla sjónvarpsbygningin í M. A. Winthersgøtu verða gjørdan um til vevstovu, fleiri tónleikarúm og fyrilestrarhøli. Hetta er eitt stórt framstig fyri skúlan, hóast hann húsast á 32 ymsum støðum í kommununi.

Avrikssáttmáli settur í gildi

Herfyri gjørdi kommunan ein avrikssáttmála við Kvøldskúlan. Avtalan gongur í stuttum út uppá, at Kvøldskúlin framhaldandi skal tryggja borgarum í kommununi fjølbroytt og spennandi frítíðartilboð, sum eru ástøðilig, yrkislig og mentanarberandi.

Visjónin er, at Kvøldskúlin skal bjóða og menna frítíðartilboð til allar borgarar í kommununi, uttan mun til aldursbólk og samfelagsliga støðu annars. Skúlin skal geva øllum borgarum møguleika gjøgnum yrkisføri og góðar relatiónir at hava møguleikar, at taka við avbjóðingum og mennast, stutt sagt at vera menniskja.

Kvøldskúlin skal vera eitt gott arbeiðspláss fyri starvsfólk, sum hava hug til at royna seg yrkisliga og persónliga. Og ein týdningarmikil partur av hesum er, at tit hava góðar hølisumstøður og góð amboð. Tað merkir í stuttum, at kommunan eisini má vera við til at halda fysisku karmarnar á nøktandi støði.

- Eg fari at ynskja tykkum hjartaliga til lukku við nýggju hølunum og góða eydnu. Takk fyri tykkara góða arbeiði og takk fyri, at vit á hvørjum ári kunnu fegnast um stór framstig, segði borgarstjórin at enda.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo