Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Vinnunevndin: Álit í løgtingsmáli nr. 118/2019: Uppskot til samtyktar um frágreiðing um ætlaðu royndirnar og útlitini fyri varandi vinnuligum fiskiskapi eftir reyðæti í føroyskum sjógvi.

Henrik Old, løgtingsmaður, hevur lagt málið fram tann 6. mars 2020 og eftir 1. viðgerð tann 22. apríl 2020, er tað beint Vinnunevndini.

Nevndin hevur viðgjørt málið á fundi tann 12., 19. og 26. mai 2020.  

Undir viðgerðini hevur nevndin havt fund við umboð fyri Sp/f Misu, Havstovuna og landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard.

“Føroyar hava ein serligan náttúrugivnan møguleika at gagnnýta tað næst størsta lívfrøðiliga tilfeingið, sum er í Norðuratlantshavi, nevniliga reyðæti. Við skynsemi og hollari vitan ber til at veiða ein part av hesum reyðætinum í djúpa partinum av Bankarennuni, uttan at tað darvar fisk og annað, ið livir av reyðæti." Soleiðis skrivar Eilif Gaard, lívfrøðingur og stjóri á Havstovuni, í Sjóvarmáli 2019.   

Nevndin hevur undir viðgerðini av málinum fingið sera áhugaverdar frágreiðingar um ætlanir at gera royndir við veiðu eftir reyðæti í Bankarennuni.  Metingar siga, at nøgdin av reyðæti í Norðurhøvum er á leið 70 til 100 milliónir tons.   

Við løgtingslóg um fyrisiting av sjófeingi, sum kom í januar 2018, vórðu møguleikarnir at fara undir royndarfiskiskap munandi bøttir, og elvdi hetta til stóran áhuga at fara undir ymisk sløg av royndarfiskiskapi, og undir hesum royndarfiskiskapi eftir reyðæti.   

Fiskimálaráðið fekk fleiri umsóknir um royndarveiðu, og vórðu hesar sendar Havstovuni til ummælis. Fyri kortum vórðu tilsagnir um fimm loyvi givnar. Enn eru endalig loyvi ikki givin, og eingin fiskiskapur byrjaður.   

Avbjóðingarnar eru stórar, tí talan er um evarskalítil krabbadjór, 2,5-3 mm til støddar, sum skulu veiðast í dýpinum í Bankarennuni, so sum tilmælt. Talan er um veiðu á 500 til 1000 metra dýpi. Her er talan um reyðæti, sum kortini rekur út úr Norðurhøvum um veturin og søkkur til botns vetrarhálvuna.

Mett verður, at stórur partur av krabbadjórunum, sum ætlanin er at veiða, eru í seinasta enda av lívsringrásini. Tí metir Havstovan, at henda veiða er munandi meira vistfrøðiliga skynsom, sammett við veiðu uppi undir vatnskorpuni um summarið, eins og norðmenn gera.  

Farast má tó fram við allar størsta varsemi, tí talan er um týdningarmiklan lið í føðiketuni í sjónum. Reyðæti er føði hjá nógvum livandi í sjónum, og høvuðsføði hjá eitt nú ferðandi stovnunum av uppsjóvarfiski, serliga sild, makreli og svartkjafti.

Reyðæti er væl kannað, og norðmenn veiða í dag stórar mongdir.   

Lýsið í reyðæti er sera virðismikið, og verður rætt farið fram, kann talan gerast um risa stórar inntøkur. Tilmælið er tó, at kvotan í mesta lagi verður 1,5 % av mettu nøgdini av reyðæti, og umráðandi er, at strangar reglur eru kring veiðuna, so hendan ikki ávirkar vistskipanina í nevniverdugan mun. 

Uppskotið snýr seg um at biðja landsstýrið um eina frágreiðing um ætlaðu royndirnar at fiska reyðæti í føroyskum sjógvi og hvørji útlitini eru fyri, at fiskiskapur eftir reyðæti verður skipaður sum varandi vinnuligur fiskiskapur.   

Nevndin mælir til, at frágreiðingin um ætlaðu royndirnar at fiska reyðæti verður løgd fram saman við frágreiðingini um fiskivinnuna, sum landsstýrismaðurin sambært lógini um sjófeingi á hvørjum ári skal leggja fyri tingið.

Ein samd nevnd tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið. 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo