Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Fróðskaparsetrið: Til bachelorútbúgvingar á Setrinum er upptøkukravið, at tú hevur staðið gymnasialt miðnámsprógv, umframt at tað til nakrar av útbúgvingunum krevst, at tú lýkur møgulig serkrøv. Nærri kunning um serkrøv eru at finna á heimasíðuni inni undir teimum einstøku útbúgvingunum.

Fyri umsøkjarar, sum søkja inn eftir kvotu 1, verður einans hugt eftir miðalpróvtalinum í gymnasiala miðnámspróvnum. Hinvegin er eisini møguleiki at søkja inn eftir kvotu 2. Hetta er fyri tey, ið antin ikki hava nóg høgt miðalpróvtal í gymnasiala miðnámspróvnum til at verða upptikin gjøgnum kvotu 1, ella at tey hava útlendsk miðnámsprógv. Nærri kunning um hetta er at finna HER

Umsóknarfreistin til kvotu 2 er 15. apríl kl. 24:00

Til ber at søkja elektroniskt á netinum. Sí nærri HER.
Í ár verður talan um upptøku til 11 bachelorútbúgvingar. Hesar eru:

Umsóknarbløð, saman við leiðbeiningum og nærri kunning annars, eru at finna HER á heimasíðuni.

Til ber at fáa nærri kunning um at søkja inn eftir kvotu 2 HER, eitt leinki til stroyming, tá ið Fróðskaparsetur Føroya hevði kunningarfund um kvotu 2-umsóknir mikudagin 21. mars.

Nærri kunning fyri hvørja útbúgving sær, er eisini at finna HER

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo