Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í november varð eitt uppskot um kynskifti umrøtt í tinginum. Eg havi hugsað nógv um hetta síðani, tí betur var lítil áhugi hjá tingfólki um hetta óhugnaliga uppskot.

Men nú eru røddir aftur at hoyra um hetta sama mál.

Hvussu langt ætlar man at fara við at vinna frama á slíkum, sum fyri vanligum fólki er burtur úr vón og viti.

Hetta ljóðar so lætt, skifta p-tal og skifta navn, so er alt í lagið, men eingin sigur, at ein verður nøgdur við at skifta kyn einaferð og um tað verður eitt ynski at skifta kyn fleiri ferðir, so fer tað helst at bera til um tað kemur so langt.

Samstundis sum hetta orðaskifti var, hoyrdi eg tveir menn tosa á einari útvarpsstøð, um at tað var ein tanki, at børnini skuldu verða kynsleys inntil tey vóru fimm ára gomul, tá skulu tey sleppa at velja sjálvi hvat kyn tey vildu verða, nú er man farin at tosa um seks ár niðri í Danmark. 

Eg veit at tað hoyrist frá onkrum av okkara grannalondum, at man má ikki siga hann ella hon, men at nakar skal hugsa um at eitt barn skal verða eitt hvørkikyn í fleiri ár, er so langt úti at eg vil als ikki at siga alt sum eg kundi hugsa mær at sagt.

Hvussu skuldi tað verið umsitið t.d.?

Hvussu skulu børn so verða nevnd?

Tey kunnu jú ikki eita eitt dreingjanavn ella eitt gentunavn, p-tal kunnu tey heldur ikki fáa, tí tað er jú kynsrelaterað, kanska skulu tey bara fáa eitt tal, so tá tey verða navngivin/doypt fer presturin at siga:

"So doypi eg teg nr. 246..." hetta talið mugu so børnini fáa á jakkarnar og blusurnar o.a. tá ið tey fara á dagstovn, so pedagogarnir skulu vita hvønn tey rópa á. Lat okkum ímynda okkum eina lítla, fitta gentu sum fyllir seks.

Foreldrini siga við hana:"Nú ert tú seks ár, so nú kanst tú velja sjálv um tú vilt verða drongur ella genta."

"Eg vil verða drongur," sigur gentan.

"Alt í lagið," siga foreldrini "so skalt tú eita Kristian!"

Eitt ár aftaná kemur gentan aftur til foreldrini og sigur:

"Eg tími ikki at verða drongur longur, nú vil eg verða ein genta!"

Foreldrini eru jalig (tolsemi og rúmligheit skal jú til) so tey siga:

"Alt í lagið, so skalt tú eita Sára!"

Árini ganga, gentan fer í skúla (skiftir kyn onkuntíð á vegnum) men nú er hon liðug við miðnám og er farin at søkja sær eitt starv, stjórin situr og lesur CVið hjá henni, so sigur hann:

"Eg síggi tú hevur skift kyn onkuntíð. Tú hevur itið Kristian, Sára, Janus og Malena,"

"Ja, men nú eiti eg Klávus," segði gentan.

"Alt í lagið," sigur stjórin "so skrivi eg Klávus Bjarnason."

"Nei, nei," segði gentan "pápi eitur ikki Bjarni longur, hann eitur Katrina......."

Jú, forvirringurin kann gerast stórur, og ringt hevði verið at hildið skil á føroyingum um tað bleiv soleiðis.

Menniskjan er krúnan á skaparverki Guds, og eg trúgvi ikki at hann letur okkum skalta og valta við hansara skaparverkið sum okkum lystir.

Nei, eg má geva Sálomon kongi rætt tá hann sigur: - Gud skapti mennuskjuni soleiðis sum tey eiga at vera, men tey finna uppá so mangt løgið!

Maria Jacobsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo