Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Mangt fer framvið uttan eins varhuga og tó so, hugsið um tey mongu árini sum kynsvillingar reikaðu runt sum vargar. Við herópinum vit skulu hava somu lógar heimildir, sum ídag maður og kvinna eru saman tvinna í hjúnarbandi - og so bleiv.

Hyggur man í bakspegil so vóru tað røddir fyri og ímót, og eisini fekst rættuliga staðfest, hvussu tann uppdeiling var í løgtinginum.

Tann størri skarðin vóru tey sum vóru stødd á glíðibreytini, onki stevnumið ei heldur nakra veruliga persónliga lívsmeining og ikki at gloyma, í flokki ídag og morgin uttanflokka, sigast kann rættuliga, óvitar á ferð.

Tað sum ikki vardi meg er spurningurin, nær er lógarheimildin at hesi kynsvillingar kunnu ætttleiða børn viðtikið í løgtinginum.

Flestu vilja vera við, at hugsað verður fyrst og fremst um barnsins tørv, men hvussu verður verðin hjá hesum børnum háttað? Eingin pápi ella ongin mamma! Sera ørkymlandi uppvøkstur hómi eg í hesari mynd. Men vit koma aftur til hesi frá glíðibreytini, einki mið onga lívsmeining bert atkvøðu neytini eru nøgd og vit sita inni í háborgini so lat alt fara við vestfallinum.

Kristian Sofus Midjord

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo