Tú kanst lumpa onkran onkuntíð. Men tú kanst ikki lumpa øll altíð
- Bob Marley

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vinna

Hagstovan: Brúkaraprísirnir fyri annan ársfjórðing eru dagførdir, og vísa tølini hesaferð, at í miðal eru prísirnir lækkaðir, bæði í mun til fyrsta ársfjórðing í ár og sama ársfjórðing í fjør.

Í mun til fyrsta ársfjórðing er brúkaraprístalið lækkað 0,9 prosent og í mun til sama ársfjórðing í fjør, eru brúkaraprísirnir í miðal lækkaðir 0,1 prosent.

Yvirskipað verða brúkaraprísir býttir í 12 vøru- og tænastubólkar, og tað er ymiskt, hvussu prísirnir í miðal innan hesar bólkarnar broytast, umframt hvussu nógv hesar vørurnar og tænasturnar viga í vektargrundarlagnum og harvið ávirka tað samlaða brúkaraprístalið.

Á hesum yvirskipaða listanum av 12 vørum og tænastum, eru prísir innan býlisútreiðslur, samskifti, flutning og heilsu lækkaðir hetta seinasta árið, meðan innan aðrar vøru- og tænastubólkar, eru prísirnir øktir.

Les meira

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo