Ikki fyrr enn ein sær, hvussu barnabørnini taka seg upp, fær ein at vita, um ein hevur uppalt síni børn væl
- Erich Maria Remarque

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Jenis av Rana, landsstýrismaður, fær nú stuðul frá einum av yngru læknunum, Akseli Kambsskarð Berg, sum heldur, at ein keðilig avleiðing av støðuni við korona farstóttini eftir øllum at døma er, at fólk ikki sleppa at hugsa sjálvi.

- Eg havi ilt at skilja, hví Jenis Av Rana skal verða so illa kritiseraður av, at hann hevur eina privata meining um, at hann ikki metir, at vísindaliga grundarlagið fyri vaccinurnar eru nóg væl undirbygdar til, at hann følir seg tryggan at verða vaccineraður í løtuni, skrivar Aksel Kambsskarð Berg í eini dagføring á facebook.

Tað hevur verið nógv kjak um koppsetingar, eftir at Jenis av Rana seinasta mikudag segði við VP, at hann fyribils fer at steðga við at lata seg koppseta, tí hann metir ov lítil vitan er um langtíðarárinini av koppingarevnunum. Flestu hava funnist at landsstýrismanninum, sum soleðis undirgrevur politikkin hjá landsstýrinum sum hann sjálvur er partur av. Men fleiri hava eisini víst honum sín stuðul.

- Tað er rætt, at COVID-vaccinurnar eru haste-góðkendar við fleiri undantøkum, og tí kenna vit ikki langtíðarárin av teimum. Tískil haldi eg, at fólk sjálvi skula taka støðu til, um tey meta tað vera rætt fyri seg sjálvan at verða vaccineraði. Tað er júst tað sama, sum Jenis hevur sagt, at fólk sjálvi skula velja, og hann onki tilmæli hevur til tey - hvørki frá ella til, sigur Aksel Kambsskarð Berg, sum tó leggur afturat, at hann sjálvur er koppsettur fyri korona.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo