Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

(mynd:egin/fb)

(mynd:egin/fb)

- Vandin fyri langtíðarárin av korona er nógvar ferðir størri, enn ein teoretiskur møguleiki fyri langtíðarárin av koppseting.

Soleiðis sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni, í eini facebookdagføring, eftir at Jenis av Rana, sum somuleiðis er lækni, men eisini landsstýrismaður, her á VP í gjár segði, at hann ikki ætlar at lata seg koppseta, tí ov lítil vitan er um langtíðarárini av koppsetingini.

- Søguligt hava koppsetingar haft ógvuliga fá hjáárin. Tó hava tað verið summi ógvuliga sjáldsom hjáárin. Hesi hava tó altíð víst seg innan 2 mánaðar aftaná koppseting. Tá tað nú eru koppsett so nógvar milliónir í heiminum, høvdu vit sæð signal um seinárin, um tað var ein stór risiko.

- Men vit vita við vissu, at tað er ein forholdsvís stór risiko fyri seinárin av korona, sigur Marnar Fríðheim Kristiansen, sum hevur tey ráð, at ein eigur at takka ja til koppseting, tá ein fær tað bjóðað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo