Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Aarhus festuge plagar at savna eini 500.000 fólk í døgunum frá 28. august til 6. september. Men nú hevur borgarstjórin í Aarhus, Jacob Bundsgaard, tikið avgerð um at avlýsa stevnuna í ár. Og tað ger hann við beinleiðis tilvísing til læruna frá ólavsøkuni í ár.

- Tølini í Føroyum vísa beinleiðis samband ímillum smittutølini og ólavsøkuna, sigur hann við Jyllandspostin.

Aarhus hevur seinastu tíðina bart fyri at fáa tamarhald á smittutølunum, sum halda fram at vaksa. Landsmyndugleikarnir hava mælt borgarstjóranum til at avlýsa stevnuna, og í morgum boðaði hann frá, at hann hevur valt at fylgja tilmælunum.

Jyllandsposturin skrivar, at Heilsustýrið (Sundhedsministeriet) kunnaði fyriskiparar og myndugleikar í Aarhus um, hvat hendi við tølunum í Føroyum, tá nógv fólk savnaðust á ólavsøku. Og so varð avgerð tikin um at avlýsa Aarhus festuge.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo