At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Læraraútbúgvingin eigur javnan at verða dagførd, soleiðis at hon lýkur teimum krøvum og treytum, ein slík útbúgving krevur, og soleiðis at hon er á jøvnum føti við læraraútbúgvingina í okkara grannalondum. Hvat eigur at verða dagført, og hvørjar broytingar at verða framdar, ber væl til at fáa eyga á, tí læraraútbúgvingin, saman við námsfrøðingaútbúgvingini, er allýst í eini kunngerð í lógini fyri Fróðskaparsetur Føroya. Tað ger, at Lærarafelagið, politiska skipanin og onnur kunnu fylgja við og í ávísan mun ávirka og stýra, hvat innihaldið í útbúgvingini eigur at vera. Men nú eru ætlanir um at broyta bygnaðin, soleiðis at læraraútbúgvingin ikki longur er lýst í egnari kunngerð. Í staðin skal hon verða hon løgd undir annað ræði. Hetta er á ongan hátt ein loysn, sum Føroya Lærarafelag tekur undir við.

- At leggja útbúgvingina undir annað ræði og niðarlaga í skipanini hjá Fróðskaparsetri Føroya, er ikki ein gongd leið; tá verður hon til eina og hvørja tíð lýst av teimum starvsfólkum, sum eru har. Vit hava onga trygd fyri, at tey, sum sita í setursráðnum til eina og hvørja tíð, hava føling við, hvat er best fyri læraraútbúgvingina. Harumframt fer tað at verða nógv verri hjá okkum at fylgja við í, hvat innihaldið í útbúgvingini er, og tað verður nógv minni gjøgnumskygni. Í staðin eigur bygnaðurin, sum er nú, at halda fram; skal nakað broytast, eigur broytingin heldur at verða tann, at læraraútbúgvingin verður lýst í síni egnu lóg og kunngerð, sigur Jacob Eli S. Olsen.

Verða skipan og bygnaður broytt, soleiðis sum ætlanir eru frammi um, verður læraraútbúgvingin í Føroyum eitt eindømi samanborið við læraraútbúgvingarnar í Norðurlondum, tí tá sleppur landsstýrisfólkið við útbúgvingarmálum ikki at ávirka innihaldið, men bara Fróðskaparsetrið.

Les meira her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo