Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Skúlablaðið: Lærararnir eru við í tilgongdini frá fyrsta degi, tá ið ein skúli er á tekniborðinum, og teirra tankar og hugskot um, hvussu skúlin skal innrættast, verða tikin við, tá ætlanir skulu leggjast. Tað sigur Páll Holm Lave frá Brim Ark.

- Tá bygginevndin hevur fingið samskipað øll ynskini, allar tankarnar og øll krøvini, sum sett verða, tá ein nýggjur nýmótans skúli skal byggjast, verður ein byggiskrá løgd. Har verður staðfest, hvussu skúlastovurnar skulu síggja út, hvussu stórar tær skulu vera o.s.fr. Skúlastovurnar í einum nýmótans skúla eiga at endurspegla tað, sum nýggj námsfrøði mælir til í sambandi við arbeiðshøli hjá næmingum. Talað verður um tey trý lærurúmini, har til ber at hava eina fjølbroytta undirvísing. Í slíkum rúmum kanst tú hava felags undirvísing, men tú kanst eisini umskipa hølið eitt nú við klivum, so til ber at arbeiða í smærri bólkum ella einsæris. Tað skal vera lætt at umskipa hølið. Hetta er nakað, ið vit hava lagt okkum eftir at hava við, tá vit hava teknað nýggjar skúlar. Tann gamla floksstovan, soleiðis sum fólk kendu hana, er broytt. Dentur verður lagdur á opin høli, har lætt er at koma út til rúmsátt miðhallar- ella gongsøki. Tað merkir, at tað økið eisini er hugsað inn í eina størri heild. Í grannalondunum verður tosað um ”skilagott” fermetraøki, sum – tá rætt verður farið fram – kann gerast ein eyka námsfrøðiligur stuðul í skúlanum, sigur Páll.

Magnus vísir á, at innbúgvið í einum nýggjum skúla sjálvandi hevur nógv at siga. Tað eigur at vera lætt at handfara og flyta.

- Tá hugsað verður um økið uttan fyri skúlan, so er tað í ávísan mun onnur enn vit, ið standa fyri sjálvari skúlabyggingini, sum taka sær av tí. Men sjálvandi skulu fyrilit havast í hesum sambandi. Um vit taka eitt ítøkiligt dømi við einum skúla, sum hýsir næmingum heilt úr grunddeild og upp í hádeild, so má hugsast um, hvat øki tær einstøku deildirnar hava at vera á uttan fyri skúlan. Pláss skal vera fyri beinkjum, borðum og ymiskari aðrari útgerð, ikki minst til rørslu, til næmingarnar at nýta.

Tá prátið fellur á økið uttan fyri skúlan, sigur Páll, at tað at skipa eitt skúlapláss ella skúlaøki er í veruleikanum eitt serøki, ið krevur serkunnleika um júst tann partin av skúlabyggingini, og tá hugsað verður um at fáa næmingar at vera likamliga virknar, so er vanligt at byggja ítróttahallir sum part av nýggjum skúlum. Ein ítróttahøll kann vera eitt stórt aktiv fyri ein skúla.

- Skipanin við grund-, mið- og hádeild í einum bygningi setir serlig krøv. Byggitøkniliga mást tú hava í tonkunum, at skúlin verður innrættaður á tann hátt, at hann gongur tørvinum hjá ymisku deildunum á møti. Í nýggja skúlanum við Streymin verður stóra innitrappan gjørd soleiðis, at hon, umframt at vera ein miðdepil í skúlanum, eisini hevur klintriveggir til næmingarnar at nýta. Trappan er hugsað sum eitt stað, har fólk hittast. Bókasavnið í einum nýmótans skúla eigur eisini at vera ein miðdepil í skúlanum og eigur at vera innrættað á tann hátt, at næmingar tíma at halda til á bókasavnsøkinum. Tí hava vit eisini latið bókasavnið og kantinuøkið vera har, sum trappan er. Tað er sera umráðandi, at næmingarnir kenna seg sum ein part av felagsskapinum, og tað eru serliga hesi øki, sum skapa eina felagskenslu, heldur Páll.

Les alla greinina í Skúlablað nr 6, 2019.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo