Stóra sorgin er at gera sær greitt, at vit sjálvi eru orsøkin til alla okkara mótgongd
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Eitt tíðaravmarkað fulltíðar lærarastarv er leyst at seta í Skúlanum á Giljanesi frá 1. august 2022 at rokna.

Søkt verður eftir lærara, sum:
- hevur læraraútbúgving

- undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við lærarar skúlans skal undirvísa og taka lut í dagliga arbeiði skúlans

- dugir at samstarva og er fyrikomandi

- er fúsur at taka á seg tær uppgávur og avbjóðingar, ið eru á skúlanum

- er við til áhaldandi at menna skúlan

- er stundisligur og nærlagdur

- tolir broytingar

- hevur góðar KT-førleikar

Okkum tørvar:
- lærara, sum kann undirvísa í: støddfrøði í innskúling, náttúru-og tøkni, enskum í hádeild, dreingjaítrótti og svimjing

- lærara, sum vil átaka sær flokslæraraleiklut

Lønar- og setanartreytir:
Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 – 29.2 sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag.

Barnaváttan verður kravd.

Umsókn:
Umsókn, við avriti av prógvum, CV og møguligum viðmælum, skal sendast sum PDF-fíla til sag@skulin.fo í seinasta lagi mánadagin 4. juli kl. 12.00.

Nærri fæst at vita um starvið hjá Finni Joen-Jacobsen á tlf. 794426.

Um skúlan:
Skúlin á Giljanesi húsast í tveimum støðum. 3. - 10. flokkur ganga á Giljanesi og 1. og 2. flokkur ganga í  Bygdaskúlanum í Miðvági. Uml. 290 næmingar ganga í skúlanum. 35 lærarar, námsfrøðingar og stuðlar starvast í skúlanum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo