Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Søkt verður eftir 1 lærara til Sørvágs skúla í tíðaravmarkað fulltíðarstarv frá 01.08.2022 – 31.07.2023, ið kann átaka sær flokslærarauppgávuna.

Okkum tørvar lærara at undirvísa grund-og miðdeild í:

Støddfrøði, náttúru og tøkni, ítrótti og svimjing.

Tann, ið settur verður, skal undir ábyrgd leiðslunnar og í samstarvi við starvsfólk skúlans taka lut í dagliga virksemi skúlans innanfyri teir karmar, sum virðisgrundarlag skúlans setir.

Førleikakrøv: Læraraútbúgving og førleika í viðkomandi lærugreinum, tó kunnu umsøkjarar sum fáa prógv í summar søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava lokið prógv.

Størvini verða sett sum sáttmálasett størv, uttan so at tann, ið settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.

Lærarastørvini eru lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2

Nærri kunning um størvini fáast við at venda sær til Eyð Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233222.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til eyd.niclasen@skulin.fo

Umsóknarfreistin er hósdagin 26. mai kl.12.00

Kunning um Sørvágs skúla: sorvagsskuli.fo
_________________________________________________
Virðisgrundarlag
Eg vil - Eg dugi - Eg kann
Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni.
Áhugi elvir til læring

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo