Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Søkt verður eftir 1 lærara og 1 námsfrøðingi til serskúlatilboðið Pallin í Sørvágs skúla.

1 lærara í tíðaravmarkað fulltíðar starv skúlaárið 2022/23

1 námsfrøðingi í tíðaravmarkað starv skúlaárið 2022/23 - Setnarbrot 0,80.

Frágreiðing um Pallin:
Tilboðið er eitt samstarv millum Sernám, MMR og skúlarnar í Vágum at bjóða næmingum við avbjóðingum í fólkaskúlunum eitt nøktandi felagstilboð.

Í skúlatilboðnum ganga 12 næmingar úr skúlanum á Giljanesi og Sørvágs skúla.

Starvsfólkini arbeiða undir ábyrgd leiðslunnar í sjálvstýrandi toymum og skipa seg í samstarvi við allar partar.

Tey, ið sett verða skulu:
• Vera fyrikomandi og hava jaligan hugburð mótvegis næmingunum
• Hava áræði at taka ábyrgd
• Duga at samstarva í toymum
• Duga at hugsa uttanfyri rammur – hugsa kreativt

Førleikakrøv
Lærarin eigur at hava førleika at undirvísa grunddeild, miðdeild og hádeild annaðhvørt náttúrulærugreinar og/ella hugvísindalærugreinar.

Starvið verður sett sum sáttmálasett starv, uttan so, at tann, sum settur verður, er tænastumannasettur frammanundan.

Lærarastarvið er lønt sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið í lønarflokki 18.1 – 29.2.

Umsøkjari skal hava prógv sum námsfrøðingur, tó kunnu umsøkjarar, sum fáa prógv í summar søkja á jøvnum føti við tey, ið longu hava lokið prógv.

Viðkomandi royndir kunnu vera ein fyrimunur.

Um eingin námsfrøðingur søkir starvið, kann annar umsøkjari setast í tíðaravmarkað starv sum hjálparfólk skúlaárið 22/23.

Námsfrøðingurin, ið sett verður, er løntur sambært avtalu millum Føroya Pedagogfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri kunning um størvini fáast við at venda sær til Eyð Niclasen, skúlastjóra, á tel. 233222.

Umsóknir við avriti av prógvi, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til eyd.niclasen@skulin.fo - viðmerk umsókn Pallurin

Umsóknarfreistin er hósdagin 26. mai kl.12.00
_________________________________________________
Virðisgrundarlag
Eg vil - Eg dugi - Eg kann
Her hava vit virðing fyri okkum sjálvum og øðrum!
Her er opið og mennandi samstarv millum heim og skúla!
Her er undirvísingin viðkomandi og avbjóðandi!
Í okkara skúla skulu øll hava møguleikar at læra!
Málið er læring, menning, trygd, og trivni. Áhugi elvir til læring

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo