Stóra sorgin er at gera sær greitt, at vit sjálvi eru orsøkin til alla okkara mótgongd
- Kinesiskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tekstlýsingar

Gymnasiala Tøknibreytin sóknast eftir tímalærara til lærugreinina sálarfrøði at byrja 15. august 2022.

Førleiki
Kunngerð nr. 119 frá 19. juli 2019 um fakligan førleika hjá lærarum í gymnasialu miðnámsútbúgvingunum, logir.fo/Kunngerd/23-fra-07-04-2014-um-fakligan-forleika-hja-laerarum-i-gymnasialu-midnamsutbugvingunum

Av tær vænta vit, at tú
- Kanst fyriskipa og avrika undirvísingina sjálvstøðugt
- Ert ein eldhugaður, opin og jaligur undirvísari
- Hevur góð evni at samskifta munliga og skrivliga
- Hevur góð evni til samstarv og trívist væl millum ung, næmingar og onnur starvsfólk

Starvið
umfatar undirvísing av tøknibreytarnæmingum í sálarfrøði umframt tvørfakligt samstarv og luttøku í toymisarbeiði.
Sálarfrøði C-stig er 2 og 4 tímar aðruhvørja viku.

Setanartreytir
eru eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Tekniska Lærarafelag.

Umsókn
skal sendast skúlastjóranum á teldupost adressuna runih@tsk.fo, í seinasta lagi 10. juli 2022.

Lærarin skal taka við starvinum 15. august 2022.

Eru spurningar um starvið, ber til at venda sær til Kjartan Gaard Sleire, økisleiðara, kjartans@tsk.fo ella Rúna Heinesen, skúlastjóri.

Tekniski Skúlin í Klaksvík
www.tsk.fo

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo