Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Ein lærari í enska býnum Batley er fyribils sendur til hús við politiverju, eftir at hann í religiónundirvísingini vísti næmingunum tekningar av profetinum Muhammed, skrivar DR.

Helvtin av íbúgvunum í Batley eru muslimar, og tá tað frættist, at lærarin hevði brúkt muhammedstekningar í undirvísingini blívu fólk frá sær sjálvum í øði.

Skúlin hevur verið avbyrgdur av mótmælisfólki og lærarin hevur fingið fleiri deyðshóttanir.

Málið hevur elvt til kjak í øllum Stórabretlandi.

Skúlastjórin hevur borið fram eina almenna umbering til muslimarnar, men tað er ikki nóg nógv, siga mótmælisfólkini, sum vilja hava læraran sagdan úr starvi.

Næmingar í skúlanum savna hinvegin inn undirskriftir fyri at fáa læraran aftur til arbeiðis.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo