At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Umhvørvisstovan: Í seinastu viku var høvi at læra, hvussu ein innrættar og røktar svimjihyljar. Umhvørvisstovan skipaði saman við Teknologisk Institut í Danmark fyri skeiði í svimjihylstøkni. Endamálið var at útbúgva tey, ið hava ábyrgd av svimjihyljum, í hvussu svimjihyljar og -hallir eiga at verða innrættað, røktað og viðlíkahildin, so góðskan á svimjihylsvatninum altíð er nøktandi fyri heilsuna hjá teimum, sum svimja. Skeiðið varð hildið á Hotel Hafnia í Havn.

Á skeiðnum kom millum annað fram, at størsta dálkingarkeldan í svimjihyljum eru svimjandi gestir. Tá vit svimja, fara hár, feitt, bakteriur, virus, land og annað frá okkum út í vatnið og ávirkar vatngóðskuna. Við at vaska sær væl áðrenn farið verið at svimja, ber tó til at avmarka dálkingina frá tí einstaka gestinum munandi. Tí er sera umráðandi, at vit øll vaska øllum væl, áðrenn vit leypa í hylin.

Vatnið í svimjihyljum verður reinsað í kjallaranum í svimjihøllini, har eitt nú kol- og sandfiltur reinsa vatnið mekaniskt. Harafturat verða kemisk evni, sum skulu varðveita vatngóðskuna, so sum klor, tilsett. Tað er av alstórum týdningi, at øll stigini í reinsingini verða útførd rætt, og tí er tað sera umráðandi, at ábyrgdarfólk í svimjihallum hava neyðugan og dagførdan kunnleika til at viðgera og reinsa vatnið.

Næstan allir svimjihyljar í landinum vóru umboðaðir á skeiðnum, og fegnast Umhvørvisstovan um góðu luttøkuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo