Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Fyrispurningur viðvíkjandi ókeypis og lættari atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð til børn og ung, settur landsstýrismanninum í heilsumálum Kaj Leo Holm Johannesen (at svara skrivliga eftir TS § 52a).
 
1. Kann landsstýrismaðurin greiða nærri frá ætlanunum um at veita børnum og ungum ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð?

2. Nær kunnu børn og ung, sum hava sálarligar avbjóðingar, vænta at fáa hetta tilboðið? 

Viðmerkingar
Stutt fyri jól atkvøddi eitt einmælt Løgting fyri uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um at veita børnum og ungum ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð.  Hetta var av mongum sæð sum eitt stórt stig í arbeiðinum fyri betri umstøður hjá børnum og ungum, sum stríðast við sálarligar avbjóðingar. 

Tað eru greiðar ábendingar um, at tað verða fleiri og fleiri børn og ung, ið ikki trívast í gerandisdegnum vegna sálarligar trupulleikar. (Heildarætlanin fyri sálarliga heilsu í Føroyum (2018)) Í eini heildarætlan fyri sálarliga heilsu í Føroyum, sum kom út í 2018, verður skrivað, at ávísingarnar til barna- og ungdómspsykiatrisku deildina hava seinastu árini verið støðugt vaksandi, og hagtøl um heilivágsnýtsluna avdúka, at alt fleiri ung (15-24 ár) fáa antidepressiva.

Eisini verða sálarligar avbjóðingar millum børn og ung lýstar sum størsta orsøk til, at hesi ikki megna at røkja skúla ella arbeiði. 

Tí gleddi tað mong, tá uppskotið til samtyktar um at veita børnum og ungum ókeypis og lætta atgongd til sálarfrøðiliga viðgerð varð samtykt.

Men síðan hevur einki verið at frætt um málið. Tørvur er á eini greiðari útmelding um, nær tilboðið verður sett í verk. Tí verður hesin fyrispurningurin settur. 

Á Løgtingi, 28. mai 2020
Ingilín Didriksen Strøm

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo