Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Fleiri lond, teirra millum USA, boða frá væl minni smittu við vanligum beinkrími enn annars vanligt hevur verið seinastu árini.

Og tað er sjálvandi gott, men kann skjótt koma aftur um brekku, vísa fleiri serfrøðingar á. Tí tá WHO setur saman vaksinuna ímóti influensuni, sum tey plaga at gera í februar, so gera tey tað úfrá teimum influensavirus variantum, sum hava gjørt um seg frammanundan.

Tað eru smittufyribyrgjandi tiltøkini, sum hava verið fyri at basa korona, sum eisini hava gjørt, at tann vanliga influensan ella beinkrímið er nærum horvið.

- Í 2019/20 vórðu 6.566 danir, sum vóru kannaðir, funnir smittaðir við beinkrími. Sama tal í ár er bert 40, sigur Tyra Grove Krause við TV2.

Hon leggur afturat, at júst av somu orsøk er tað meira týdningarmikið nú enn nakrantíð, at so nógv sum gjørligt lata seg koppseta ímóti beinkrími.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo