Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Krutl

Í morgin verður hann eysturhallur sunnan, lot til frískt lot, turt fyri tað mesta og hitin um 12 stig

Týsdagin millum sunnan og útsynning, lot til frískt lot, okkurt æl men eisini løtur við sól og hitin um 11 stig.

Mikudagin gul av suðri og landsynningi, turt og sólglottar, hitin um 10 stig.

Hósdagin sól ein stóran part av degnum, hann frískar sum frálíður av landsynningi og suðri, hitin upp í 12 stig.

Fríggjadagin strúkur í vindi upp í hvassan vind millum landsynning og útsynning, regn ein stóran part av degnum og hitin um 12 stig.

Næsta vikuskifti verður nógvur vindur av lágætt, sól leygardagin og samregn sunnudagin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo