Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Staddur í Havn áleið 16 ára gamal, fór undirritaði sum vanligt var tá, inn á Sjómannsheimið at keypa mær ein døgurða. Tá eg sessaðist legði eg til merkis Dagblaðið ið onkur hevði gloymt eftir á borðinum.

Aftaná at hava fingið døgurðan niður um, tók eg blaðið upp og skimmaði tað í gjøgnum. Meðan eg soleiðis sitið og leysliga hyggji niður í blaðið, gerist eg varugur við við orðið Fólkapensión ímillum reglurnar á tí einu síðuni. Sum eg minnist, stóð tað ímillum annað:.”Um føroysku pensionistarnir væntaðu sær ein postávísing frá Petur M. Dam, so komu teir at vera vónsviknir”. Hettta má hava verið í 1957, tí eg meini at Petur Mohr Dam sáli vegna Javnaðarflokkin í andstøðu, legði  fram uppskot, at seta eina Fólkapensión á stovn, til  at avloysa ellisrentuna íð var politiska neyðareggið hjá borgarligu flokkunum, eins og hon var ein fíggjarlig háðan í móti okkara pensionistum.

Hetta uppskot var politiskt jarðlagt av Fólka og Sambandsflokkinum. Trivaliga samgongan av teimum borgarligu, sótu sum negldir í stólunum, tá atkvøtt varð. Hinvegin so var tað ein søgulig atkvøðuavgreiðsla, tí tað eina sambandsumboði hóknaði ikki undir tí politiska trystinum. Tað var táverandi blaðstjóri á Dimmalætting í ein mannsaldur, nevnliga Georg L. Samuelsen, íð reístist saman við Javnaðarumboðunum, og atkvøddi fyri at seta á stovn eina framtíðar fólkapensión til táverandi pensionistar.

Men sum sagt so var uppskotið politiskt jarðlagt av Sambands og Fólkaflokkinum. Til løgtingsvalið árið eftir í 1958 fekk Javnaðarflokkurin av veljarnum vald 8 umboð á løgting, og gjørdi flokkurin tá eina samgongu við Sambandsfl. Og Gamla Sjálvstyri. Tá vóru fólkafloksumboðini bebbaræd, og sóu seg móti sínum vilja verða noydda at atkvøða saman við samgonguni, so fólkapensiónin gjørdist veruleiki.

Góðu pensionistar. Latið tykkum ikki villeiða av teimum følsku politisku profetunum Jenis,Jørgin og Bárður.Teir royna nú at misbrúka Samhaldsfasta, at fáa sær atkvøður frá tykkum pensionistum. Teir hata Samhaldsfasta, og ynskja hann har pipari grør. Landsbankin var niðurlagdur av Fólkaflokkinum, og við hasum trimun garpunum í eini komandi samgongu, kunna tit vænta at Samhaldsfasti endar í Stórapottið, eins og Landsbankin enn einferð verður niðurlagdur.

Tí tað ríður teimum sum ein marra, at tað er tey hægstløntu ið gjalda stóran part av tí peningi íð kemur inn i Samhaldsfasta. Skilamaðurin fyrrverandi løgtingsmaður og tingformaður Sambandsflokkin Jógvan Ingvard Olsen helt herfyri røðu fyri Landsfelag Pensionista. Har legði hann ímillum annað dent á, hvussu positiva ávirkan íð pensiónsnýskipanin hevði havt á hansara pensiónsupphædd, o.s.fr.

Hvussu hevði okkara samfelag verið at búleikast, í við borgarligum politikki seinastu 70 árini, uttan eina Javnaðarrødd, uttan ein sterkan Javnaðarflokk, uttan eina samhaldsfasta skipan. Tá høvdu vit møguliga havt ein skipan, har tú hevði verið vendur í hurðini á sjúkrahúsinum, um tú ikki hevði eitt prógv við ,har tú kundi vísa at tú hevði eina privata trygging.

Hevði barnaansingin kanska verið tann sama, har foreldur skuldu hava privata trygging til barnaansingina. Hvat við tannrøkt til børn okkara? Hvat við barsilsskipan? Hvat við Als? Hvat við heilsutrygd? o.s.fr. Hetta er støðan í heimsins rígasta landið U.S.A. Landið sum politiskir flokkar her á landið, kenna seg politiskt drignan at

Sannleikin er helst at í mun til øll onnur heimsins lond, so liva vit í einum paradisi á jørð, sjálvt um tað altíð kunna og skulu gerast batar, bæði innan almanna og heilsugeiran, og annars alt sum kann gerast, so fólk kenna seg væl í okkara vakra landið.Tíannverri , alt ov sjálvdan, næstan ongantíð hoyra vit tey positivu tingini ið henda innan okkara heilsuverk. Her arbeiða hópin av fólki, ið av egnum áðum kenna tað sum eitt hjartamál, at útbúgva seg til sjúkrarøktarfrøðingar, eins og mong onnur størv innan heilsuverkið. Tað má verða hartanemandi hjá hesum fólkum, tá fjølmiðlar fara út við negativum søgum, meðan allar sólskinssøgurnar hava ongan góðan at bera sólskinssøgurnar út til fólki. Soleiðis er tað bara.

Frank Davidsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo