Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Trý ung listafólk eru beint nú í fer við at prýða gongugøtuna við gøtulist.

Listafólkini eru:

• Mia H. Smith
• Gvøðny M. Áarstein
• Tóra Hammer

Tær arbeiða beint nú inni í hvítum tjøldum, sum eru at síggja í miðbýnum. Listaverkini verða almenn seinni í vikuni.

Listakvinnurnar mála eitt nú “lakka paradís”, sum tær sjálvar tulka og nýhugsa. Listin verður sjónlig í býarmyndini og fer at bjóða børnum og vaksnum at spæla. Talan er um fyribils átak, ið verður sjónligt komandi tíðina.

Miðbýarætlanin hjá Tórshavnar kommunu leggur upp til smærri fyribils verkætlanir sum hesa. Fleiri býir kring heimin nýta fyribils átøk – eisini kallað “temporary urban space”, sum bjóða fólki at uppliva býin øðrvísi í eitt avmarkað tíðarskeið.

Slíkar verkætlanir eru við til at skapa ein livandi og fjølbroyttan bý – ein bý, sum flytur seg og støðugt bjóðar ymiskar upplivingar til borgarar og vitjandi.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo