Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Í 2018 samtykti eitt einmælt løgting uppskotið hjá undirritaða og øðrum løgtingslimum, um at Føroyar skuldu gera seg galdandi innan havbit av laksi og skeljaaling. Løgtingið samtykti tá, at ein bólkur av serfrøðingum skuldi setast at gera royndir í Føroyum, og savna sær vitan um havbit í útheiminum, har havbit og skeljaaling fer fram.

Tað er staðfest í samgonguskjalinum frá september 2019, at: “Gransking og menning innan veiðu og matvøruframleiðslu eru avgerandi fyri kappingarførið hjá føroysku fiskivinnuni og fyri at skapa mest møguligan virðisvøkstur”.

Og, at: ”Møguleikarnir fyri aling á landi skulu eisini troytast, og arbeiðast skal eisini við møguleikum fyri havbiti og aðrari aling, so sum tara- og skeljaaling.”

At hetta málið verður raðfest, og at vit framhaldandi mugu menna føroysku fiskivinnuna við tí fyri eygað at fáa fleiri inntøkur til landið, kann tí eingin ivi vera um.

Vit hava óteljandi møguleikar at menna fiskivinnuna - at skapa nýggjar vinnur - ikki minst við atlantarhavslaksinum, sum er ein sjáldsamur fiskur fyri mannaættina og á nógvar mátar ein serligur ævintýrakendur fiskur.

Laksurin hevur serligar eginleikar
Umframt at vera vakur á at líta við síni skínandi blonku skræðu og reyða og vælsmakkandi fiski, er Atlantarhavslaksurin eisini eitt “ikon” innanfyri upplivingarveiðu. Hann kann vaksa seg so risastóran - heilt upp í eini 20 kilo.

Og so er tað heilt serliga við honum, at hann er tað, vit kunnu kalla heimabeitisfiskur. Hann kemur heim aftur til feskt vatn, haðani hann er slektaður, fyri at gýta, tá hann hevur vaksið seg stóran úti á opnum havi. Ja, sum oftast kemur laksurin aftur til somu á, sum hann kom frá av fyrstan tíð.

Vit kunnu gagnnýta laksin á enn fleiri mátar, enn vit gera í dag, og skapa fleiri nýggjar vinnur í Føroyum.

Vinnuligur fiskiskapur og trolling fiskiskapur
Í Norður Japan og Alaska er stórur fiskiskapur eftir fleiri sløgum av stillahavslaksi, sum kemur inn aftur móti landi, áðrenn hann setur kós móti sjálvum gýtiøkinum (áunum), og áðrenn laksurin missir ov nógv av góðskuni av gýtingarárinum. Hetta er vanligur komersiellur fiskiskapur at kalla.

Á Bornholm afturímóti verður á hvørjum ári skipað fyri sokallaðum trolling-kappingum, har dyrgt verður við fleiri tráðum frá báti eftir laksi. Hetta er eitt slag av stuttleikafiskiskapi, sum stórur áhugi er fyri, og, sum fremur turismu í stóran stíl.

Áðrenn corona tók seg upp, í 2019, kappaðust heili 420 bátar um at fiska “Østersøens største laks”. Áhugin fyri hesum trolling-kappinginum veksur ár um ár, og hetta vældámda tiltakið, sum hevur verið hildið i 30 ár, kunnu vit akkurát tað sama gera í Føroyum við okkara laksi, um vit bera okkum rætt at. 

Vit duga kynstrið
Í dag er lagamanni at ala smoltini á smoltstøðum á landi. Nú duga vit kynstrið at fáa til vega so nógv laksasmolt sum vit vilja at sleppa út á hav. Vit vita eisini av royndum, sum eru gjørdar av Havstovuni yvir nógv ár, at havið norðanfyri okkum er beitiøkið hjá laksi úr nógvum londum runt Atlantshavið. Sostatt eru Føroyar helst tað landið, sum liggur nærmast við tað havið, har laksurin helst vil vera í og vaksa seg stóran.

Tær smáu útsetingarroyndirnar, sum áður eru gjørdar, vísa ymisk úrslit. Sílaveiðufelagið hevur í langt áramál alið yngul og smolt at seta út, sum er ætlað tráðufiskarum at fiska, tá ið hann kemur aftur av havið. Úrslitini roynast ymisk frá ári til árs, men upplivingin er til stóra gleði og fragd fyri nógvar privatpersónar og felagslívið.

Føroyar eiga nú at fara undir útseting av villlaksasmolti í stórum stíli. Vælskipaðar royndir, helst við koppsettum smolti, sum verður útsettur í støðum nær við havmunnan ymsa staðni í Føroyum – til dømis í Saksun, Eiði, Fámjin ella aðra staðni, har alingin og lúsatrupulleikin er so lítil sum møguligt.

Slíkur upplivingar-fiskiskapur og kappingar skapa stórar inntøkur til samfelagið. Fólk úr øllum heraðshornum streyma til landið fyri at luttaka í kappingunum, og hotell, gistingarhús, matstovur, flutningsvinnur, smábátavinnan og handilsvinnan fáa ágóða av hesum ferðafólki. Ferðafólkini fáa samstundis nátturuupplivingar, tey seinna dagin gloyma.

Útseting av villlaksasmolti í Føroyum kann geva nýggjar vinnur
Har eru fleiri fyrimunir við slíkari útseting, sum leiða meg aftur til heimabeitisfiskin – hetta við at laksurin kemur heim aftur aftaná at hava vaksið seg stóran á opnum havi.   

Tí ein slík ætlan um útseting av villaksasmolti, kann í fyrstu atløgu gerast við upplivingarvinnu og trolling-kappingum fyri eygað. Men um útsetingin eydnast væl - sum einki bendir á, at tað ikki skuldi gjørt við egnaðum laksi - eiga vit at hugsa størri og seta enn meira villaksasmolt út. Soleiðis at grundarlag verður fyri sesongfiskiskapi hjá smábátavinnuni eftir laksinum við gørnum um summarið, tá laksurin kemur heim aftur.

Sovorðin fiskiskapur er ein milliónavinna í til dømis Japan og Alaska, og kann akkurát tað sama gerast tað her í Føroyum, tí vit helst hava nakrar av bestu karmum til eina slíka vinnu.

Tað vil also siga, at vit við at seta út villlaksasmolt í Føroyum kunnu vinna okkum tvær nýggjar vinnur í einum: upplivingarvinnu fyri ferðavinnuna og laksafiskiskap sum vanliga fiskivinnu um summarið.

Fólksins vinna
Alt í alt kann hetta gerast fólksins vinna bæði á sjógvi og landi. Ferðavinnan fær ein streym av laksafólki, sum vanliga er av slagnum við nokk so tjúkkari pengamappu, samstundis sum upplivingarvinnan fær gagn av hesum.

Verandi laksaalingin í Føroyum kann saktans liva sítt góða lív saman við alternativu útsetingarvinnuni. Júst sum vit síggja tað í øðrum londum, til dømis Noregi, Skotlandi og Íslandi, har viðurskiftini líkjast okkara.

Eg fari at skoyta upp í, at almennu Føroyar kundu heitt á stóru alifeløgini at viðvirka til, at alið villaksasmoltini sjóbúgvin, sum eitt slag av afturbering til samfelagið. Eisini átti SEV, sum hevur turkað áirnar og savnað vatnið, verið so beinasamt at viðvirka sum útsetingarstøð hjá laksasmoltinum.

Alt í alt kann hetta gerast ein win-win-støða og eitt eyka bein hjá Føroyum at standa á.

Edmund Joensen
Fólkatingslimur fyri Sambandsflokkin

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo