At hepnast er at fara frá einum mistaki til tað næsta við sama ídni til tað eydnast
- Winston Churchill

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Í gjár, leygardagin 23. juli, varð skipað fyri árliga summartiltakinum Laksa- og Sølutorginum í Runavík, sum Kunningarstovan í Runavík og Runavíkar kommuna skipaðu fyri. Tiltakið var frá kl. 10.00 til 16.00.

Fólk kundu fáa sær ein ókeypis vælsmakkandi bita við laksi, sum Sjócafein í Runavík borðreiddi við. Høvi var eisini at keypa ymisk sløg av fiski heimvið.

Nógv ymiskt undirhald var á pallinum henda dagin.

Beinir og Rani (sang, guitar, tambor) “Kom við í Spæliland”

Stanley Samuelsen (sang, gitar)

Uppboðssøla – við Torbjørn Jacobsen sum uppboðssøluhaldara

Hanus G, Jóhansen (sang, gitar)

Spurnarkapping við John og Jonhard.

Eisini var ein brotssparkkapping, fleiri Café´ir, pony ríðing,  loppu- og leikamarknaður, klædnasøla, fiskasøla, grilling, anlitsmáling og nógv nógv annað.

Framsýning av Dragarafelaganum í býráðssalinum.

Endamálið við Laksa- og Sølutorginum er at skapa trivna fyri fólki í økinum og sjálvandi øðrum við, og sigast má at hetta eydnaðist sera væl í góðveðrinum.

Tiltakið Laksa- og Sølutorg í Runavík hevur fingið størri undirtøku fyri hvørt ár, mett varð at eini 2000 gestir vóru.

Fyrireikararanir og luttakararnir á torginum eru sera væl nøgdir við dagin, skrivar Runavíkar kommuna á heimasíðuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo