Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Føroyska samfelagið broytist alla tíðina. Til fyri 150 árum síðani vóru Føroyar eitt bóndasamfelag, sum livdi av tí, sum jørðin gav. Fólkatalið broyttist einki í eini 800 ár.

So kom slupptíðin. Ikki allir bøndur vóru so glaðir fyri hana, men hon skapti ein búskaparvøkstur, sum gav nógvum føroyingum betri lívskor og nýggjar møguleikar. Føroyska samfelagið kundi nú breyðføða fleiri fólk, og fólkatalið fór at vaksa.

Handilsmenninir, sum áttu skipini, handlarnar og arbeiðsplássini, keyptu eisini jørð, sum teir settu virðini í. Teir dugdu at brúka tað besta úr bóndasamfelagnum saman við møguleikunum í teirri nýggju tíðini.

Ein nýggj tíð
Nú er slupptíðin liðug, og aðrar vinnur skapa framburðin og møguleikarnar í okkara nútíðar samfelag. Vit hava fingið alivinnuna, uppsjóvarvinnuna, ferðavinnuna og aðrar vinnur, og tí mugu vit finna útav, hvussu vit fáa tað besta burturúr øllum hesum vinnunum. Spurningurin er, hvussu vit fáa sameint vinnurnar, soleiðis at tær saman kunnu geva okkum tað besta.

Eg veit, at nógvir bøndur orka ikki fyri ferðavinnuni, og eg skilji væl hví. Ferðavinnan er vaksin nógv skjótari, enn nakar hevði roknað við, og tað hevur havt við sær, at nógv fremmandafólk eru farin í hagan á óskipaðum ferðum, sum onkuntíð hava órógvað landbúnaðin. Spurningurin er tí: Hvussu fáa vit skipað hetta, soleiðis at eisini landbúnaðurin fær nakað burturúr?  Hvussu fáa vit landbúnað og ferðavinnu í felag at skapa trivnað og vøkstur um alt landið?

Gjaldsportur eru ikki loysnin
Besti mátin at forða fyri, at landbúnaðurin verður óneyðuga tarnaður av ferðafólki, er at skapa ferðafólkunum tilboð, sum ikki tarna, men tvørturímóti gerast eitt vælkomið íkast í raksturin hjá landbúnaðinum.

Men hetta verður, eftir mínum tykki, ikki gjørt við at selja atgongumerki til hagan.

Tær ymisku gjaldsskipanirnar, sum hava stungið seg upp, forarga bæði heimafólk og gestir. Um vit ikki finna eina semju, sum føroyingar og útlendingar skilja og virða, so fáa vit ringt orð á okkum í øðrum londum. Men ferðafólk fara kortini at koma. Tey fara bara ikki at koma eins fegin til einar gestablíðar Føroyar. Tey fara heldur ikki at koma til eina ferðavinnu, sum er so væl skipað, sum hon kundi verið. Tey fara ikki at fáa eins góð tilboð, sum vit kundu skapt, um vit arbeiddu saman, og tí fara tey ikki at leggja eins nógv eftir seg, hvørki til bøndur og jarðareigarar ella til aðrar ferðavinnuaktørar.

Latið okkum tí heldur menna tilboð, sum fólk vilja gjalda fyri. Og lat okkum skipa tey um alt landið, so at ferðafólk ikki tysja saman á teimum somu fáu støðunum. Tí tað eru ikki bara hesi støðini, sum eru vorðin kend á Instagram, sum eru verd at vitja í Føroyum.

Ferðafólk, sum koma til Føroyar, eru í stóran mun fólk, sum eru áhugað í náttúruni, men nógv eru eins nógv drigin at friðinum, tí bygdasliga og siðbundna - øllum hesum, sum tey ikki finna í stórbýnum, haðani nógv teirra koma. Og eingin hevur betri fortreytir at skapa upplivingar við støði í føroyskum bygdarlívi og landbúnaði enn akkurát tit, sum her sita.

Tit hava rávørurnar og kunnu bæði selja mat í durasølu og borðreiða fyri gestunum fyri matstovuprís. Tit kenna hvønn blett í náttúruni, og nógv tykkara eru úr familjum, sum hava verið bøndur í nógv ættarlið. Tit hava tí tað besta hugsandi grundarlagið at skapa autentisk ferðavinnutilboð.

Tað eru eisini longu fleiri góð dømi um landbúnaðarferðavinnu í Føroyum, sum ikki eru knýtt at ávísum útsýni, men bygd á tað, sum garðurin gevur. Dømi um bøndur, sum brúka møguleikarnar fyri heimaframleiðslu og heimablídni til at skapa serstakar upplivingar, sum tú ikki finnur aðraðstaðni.

Eg kann lova tykkum fyri, at ein vælrøktur hjallur og ein góð søga aftur við einum góðum føroyskum bita er mongum ferðafólki ein minst líka forkunnug uppliving, sum at vitja tær kendastu náttúruperlurnar.

Slíka virðisøking haldi eg at vit eiga at stuðla upp undir.

Landbúnaðarferðavinna er ein góður møguleiki
Eg veit, at tað er eitt stórt tak at menna góð tilboð. Ikki minst, tá ið ferðavinnan hjá teimum flestu er eitt heilt nýtt vinnuøki. Tí er tað frálíkt, at ferðavinnan hevur valt at raðfesta menning av landbúnaðarferðavinnu. Tit hava eisini sjálv tikið eitt munagott stig í mun til marknaðarføring við at samskipa tykkara tilboð í felagnum Jarðir.

Tað næsta stigið kundi møguliga verið at givið Búnaðargrunninum heimild at veitt fígging til íløgur í ferðavinnuni, sum knýta seg at festinum.

Eg vóni, at vit innan stutta tíð finna eina semju um gongd í haga, har landbúnaðarferðavinna er ein týðandi partur. Eg ivist ikki í, at tað gevur nógvar nýggjar møguleikar til landbúnaðin.

Helgi Abrahamsen

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo