Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

VP hevur í morgun fingið myndir sendandi frá fólki í Nólsoy, sum vísa landgongdina á Erlu Kongsdóttir úti ímeðan skipið siglir í Nólsoyarfirði.

Tann eina myndin er tikin nakað útfyri bygdina, hin longur úti á fjørðinum, verður upplýst.

Vanligt er, at landgongdir, portur og slíkt skal tryggjast væl og virðiliga undir sigling, so ikki ber til hjá ferðafólki at detta á sjógv.

VP hevur biðið skiparan á Erlu Kongsdóttir um eina viðmerking.

Men skiparin sigur, at hesin tilburður man hava havt lítið uppá seg, tí hann er ikki kunnaður um hann.

- Eg veit ikki um hatta. Er landgongdin farin niður, ímeðan vit hava siglt, so man onkur av manningini hava tikið hana innaftur alt fyri eitt. Her er alt sum tað skal, upplýsir skiparin fyri VP.

Myndirnar eru tiknar nakað fyri klokkan 10 í morgun og kundu bent á, at landgongdin var úti tað mesta av túrin um fjørðin.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo