Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Jørgen Niclasen, fíggjarmálaráðharri hevur nú lagt uppskotið fram um at minka landsbankanevndina, ásetingar um landsins gjaldføri og avtaka stovnsfæið.

- Landsstýrismaðurin metir, at við at savna búskaparligan kunnleika hjá Landsbankanum og har landsbankanevndin verður Búskaparráð, verður fyrisitingin sameind, raðfest og styrkt, stendur millum annað at lesa í uppskotinum.

- Í lógaruppskotinum var ætlanin fyrst, at landsstýrismaðurin skuldi velja 3 limir í landsbankanevndina, eftir tilmæli frá Fróðskaparsetri Føroya, Føroya Arbeiðsgevarafelag, Felagnum Peningastovnar, Búskapar- og løgfrøðingafelagnum, Felagnum Føroyskir Grannskoðarar, ella onnur sum landsstýrismaðurin heitti á, kundu koma við uppskotum til nevndarlimir.

- Í hoyringarskrivunum verður funnist at, at talið av nevndarlimum verður lækkað ov nógv, soleiðis at nevndin umboðar ein ov smalan skara av fólki, at ikki nóg stór krøv verða sett til útbúgving hjá nevndarlimum, og at landsstýrismaðurin velur allar nevndarlimirnar sjálvur, soleiðis at óheftni ikki verður tryggjað.

- Fíggjarmálaráðið hevur tikið hesar viðmerkingar frá hoyringarpørtunum til eftirtektar, og broytt lógaruppskotið soleiðis, at tað verða valdir 5 nevndarlimir, at í minsta lagi 3 limir skulu vera búskaparfrøðingar við kandidatútbúgving frá hægri lærustovni, og at landsstýrismaðurin setur nevndina eftir tilmæli frá stýrinum fyri Fróðskaparsetur Føroya.

- Harumframt verður eisini ásett, at nevndin eigur at hava kunnleika til føroyskt vinnulív, til dømis framleiðsluvinnu, tilfeingisvinnu og tænastuvinnu, stendur millum annað í uppskotinum.

Les uppskotið her

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo