Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Nú um dagarnar jarma ávís fólk og yrkisfeløg í kór so tað kennist sum at vera í rætt í royting bara tí at nakrar smávegis tillagingar eftir ætlan verða gjørdar í Landsbankanum.

Hvat er so Landsbankin?

Jú, hann er ein sera lítil og avmarkað skrivstova, ið ger sokallaðar búskaparligar greiningar, sum eingin lesur av tí einføldu grund at tær halda ikki og eru annars á einum óvanliga lágum búskaparfrøðiligum støði.

Og so skal hann eitast at umsita ogn og skuld hjá Føroya landi, sum hann tó ikki ger, tí hann hevur latið ta uppgávuna upp í hendurnar á einum donskum banka fyri risa ómaksgjøld.

Í Degi og Viku í kvøld øtast landsbankastjórin, at Landsbankin skal á fíggjarlógina.

Hvat er hetta fyri arrogansa, erpni og frekleiki?

Hví skal ein slíkur viðfáningur í føroyskari fyrisiting fáa serviðgerð?

Hvat við Landssjúkrahúsinum, sum er ein føroyskur stovnur, ið veruliga ger mun hvønn dag í árinum fyri hvønn einasta føroying antin beinleiðis ella óbeinleiðis.

Átti Landssjúkrahúsið ikki at fingið í minsta lagi somu serviðgerð og kunna fíggja seg sjálvt eftir egnum tykki eftir somu mannagongd sum Landsbankin.

Um Landsbankin varð avtikin beint nú, hevði ikki ein einasti føroyingur merkt tað og ei heldur lagt nakað í tað.

Um Landssjúkrahúsið varð avtikið beint nú, høvdu føroyingar allir sum ein framt kollvelting.

Vit hava ikki brúk fyri einum stati í statinum eins og Landsbankin heldur seg vera og langt burtur í frá tí.

Ad-hoc toymið

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo