Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

- Hóast fuglakrím herjar, og stórt tal av fugli, eitt nú súlu og skúgvi, doyggja, so er ongin orsøk til at mæla frá at taka havhestaungar, sigur landsdjóralæknin, Birna Mørkøre, við VP.

Í Mykinesi hava teir gjørt av ikki at fara eftir súlu í ár, tí so nógvar súlur liggja deyðar á rókunum og eisini á sjónum, helst av fuglakríminum. Eisini kendu mykinesmenn seg ótryggar, tí full vissa fæst ikki fyri, um fólk kunnu gerast sjúk av fuglakríminum.

Men tað er ongin orsøk til at setast aftur, um ein ætlar sær eftir nátum, sigur Birna Mørkøre.

- Hesin varianturin av fuglakrím H5N1, sum hevur herjað í Evropa eina tíð, er lítið vandamikil fyri fólk. Tó verður mælt til at ansa væl eftir og ikki nerta við sjúkan ella deyðan fugl. Tað eru eingi dømi um, at fólk hava fingið fuglakrím H5N1 av at eta kjøt av fugli, mælt verður tó til at kóka ella steikja kjøt og egg væl og virðiliga, sigur Birna Mørkøre.

Hon leggur afturat, at tey í august í fjør, tá fuglakrím varð staðfest hjá skúgvi í Hetlandi, fóru undir at gera kanningar av fugli. Higartil hava fýra átøk verið, har einir 70 fuglar eru kannaðir.

- Her hava vit eins og grannalond staðfest fuglakrím hjá skúgvi og súlu. Harafturat hjá svartbaki, sum er rættiliga útsettur fyri smittu við tað at hann tekur annan fugl. Vit hava kannað einstakar ritur, men her hevur úrslitið verið negativt, sigur Birna Mørkøre við VP.

- Viðvíkjandi havhesti, so eru vit ikki vitandi  um fuglakrím hjá havhesti. Á hvørjum ári verða tilmæli send út um fyribyrging av nátasjúku. Hesi tilmæli fara at verða send út aftur í ár, og eru hesi tilmæli eisini góð til at fyribyrgja fuglakrím.

Les eisini:

Nógvar súlur liggja deyðar á rókunum í Mykinesi
Síggja framvegis nógva deyða súlu

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo