Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Kringvarpið bar í gjár tíðindini um, at Almannaverkið hevði loyvt einum øðrum almennum myndugleika beinleiðis atgongd til KT-skipanirnar hjá Almannaverkinum, og at Almannaverkið hevði fingið kravboð um at beinleiðis atgongdin skuldi steðgast.

Tíðindini kendust ófrættakend fyri bæði starvsfólk og viðskiftafólk hjá Almannaverkinum, serliga tí at Dátueftirlitið ikki vildi siga, hvønn myndugleika talan var um.

Hetta kann elva til gitingar og iva um trygdina í skipanunum hjá Almannaverkinum.

Tískil vil Almannaverkið alment boða frá, at Landsgrannskoðanin í sambandi við sítt grannskoðanarvirksemi í 2010, bað um atgongd til skipanirnar hjá Almannaverkinum.

Áðrenn hendan atgongd varð játtað, vendi Almannaverkið sær til Dátueftirlitið fyri at fáa viðmerkingar til umbønina.

Dátueftirlitið staðfesti í niðurstøðu 24. juni 2010, at heimildin hjá Landsgrannskoðanini at krevja upplýsingar var breið, og at Almannaverkið mátti meta um heimildin í løgtingslóg fyri grannskoðan var nøktandi fyri at játta umbønini.

Málið varð eisini lagt fyri Dáturáðið, sum ikki metti, at online atgongd var í stríð við lógina.

Almannaverkið leggur alstóran dent á trygdina í okkara KT-skipanum og á at verja allar  persónsupplýsingar, sum Almannaverkið umsitur.

Almannaverkið hevur alt fyri eitt fylgt nýggju boðunum frá Dátueftirlitinum um at stongja fyri atgongdini hjá Landsgrannskoðanini.

Almannaverkið

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo