Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Nýggja skattalógin í samband við sølu av fiskirættindum ger, at ognartøka nú verður rættuliga bílig og serdeilis attraktivt.

Útrokningin er sera einfald.

Vit seta virði til 1 milliard, tí tey sum hava áhuga í ognartøka tosa altíð um stór tøl.

Um vit ímynda okkum, at virðið á veiðuloyvunum er 1.000 milliónir, so skulu 350 milliónir gjaldast í skatti av hesum.

Tí verður tað, sum landskassin skal endurgjalda 650 milliónir.

Og tá ber til at ognartaka loyvið fyri 650 milliónir og síðan selja tað aftur á uppboðssølu fyri 1.000 milliónir.

Sostatt hevði ein ognartøka av hesum hugsaða veiðuloyvi givið 350 milliónir í eykainntøkum til landskassan.

Næsti spurningur er so, um Høgni og Aksel, við nýggju skattalógini, kundu funnið uppá at ognartikið veiðurættindi og selt tey á uppboðssølu, uttan at bíða til 12 ár eru farin?

Eivind Jacobsen
Strendur

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo