Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Føroyar vóru tað landið í heiminum, sum kannaði sínar íbúgar mest fyri korona virus - sæð í mun til fólkatalið. Og tað hevur verið nevnt sum ein partur av orsøkini til góðu úrslitini hjá føroyingum, tá tað kemur til at halda sjúkuni niðri. Seinasta samdøgrið var tað fyrsta í fleiri vikur, har ongin nýggjur tilburður av koronasmittuni varð funnin.

 

Men seinasta samdøgrið vórðu eisini bert helvtina so nógv kannað sum dagin fyri. Og spurningurin er tí aktuellur at spyrja: Um orsøkin til, at vit ikki finna, er tí vit ikki leita.

 

Men tað heldur landslæknin, Lars Fodgaard Møller, ikki er øll orsøkin.

 

- Eg haldi ikki, at tað er øll frágreiðingin, og eg vóni, at fólk sum hava sjúkueyðkenni lata seg kanna, sigur landslæknin við VP.

 

- Men er tað ikki rætt, at nógv færri verða testað nú?

 

- Bara 94 vórðu testað seinasta samdøgrið, og hetta talið var dupult so stórt fyri bara fáum døgum síðani.

 

- Men kann tað so ikki vera orsøkin til, at færri verða funnin?

 

- Kanska er tað ein partur av frágreiðingini. Men vit hava sæð ein fallandi tendens, eisini tá nógv fleiri vórðu kannað.

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo