Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Nú eru so nógv smittað við korona í Føroyum, at til ber at siga, at vit hava mist tamarhald á støðuni. Mikudagin vórðu 26 tilburðir staðfestir, hósdagin 38 og í gjár vóru 89 nýggir tilburðir av sjúkuni staðfestir.

Við tíðindaportalin in.fo sigur Lars Fodgaard Møller, landslækni, at nú ber til at siga, at vit hava mist tamarhaldið. Hann sigur, at tað er ein nærum vónleyst at royna at fáa samband við øll, sum skulu í sóttarhald. Eisini tí, at nýggir tilburðir verða fráboðaðir alla tíðina, og tí kann væntast, at vit ikki hava sæð tað ringasta enn.

Serliga børn og ung verða rakt, og serliga tey sum ikki eru koppsett, men seiglívað leysatíðindi ganga eisini um, at fólk í landsstýrinum skulu vera ímillum tey sum eru smittað.

Tað hevur ikki borið til at fáa eina viðmerking frá Bárði Nielsen, løgmanni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo