Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Fimleikasambandið: Í dag er landsliðið í amboðsfimleiki farið til Íslands at umboða Føroyar til NM (Nordisk Mesterskab) í Kópavági.

Kappast verður 2. og 3. juli og møguleiki er at síggja úrslitini beinleiðis á hesum leinki: 

Live Score – Sport Event Systems 

Leinki til live stroyming finnast her: NM 2022 – fimleikasamband.is

Í føroyska hópinum eru 13 fimleikarar, 6 menn og 7 kvinnur. Venjari hjá monnunum er Djóni Zakarisson og hjá kvinnunum er Camelia Michaela Mindriel venjari og Marjun Jacobsen hjálparvenjari. Londini sum eru til hesa kappingina eru Ísland, Danmark, Noreg, Svøríki, Finnland og so Føroyar.

- Fimleikasambandið er sera spent til hesa kapping, tí gongdin í føroyskum fimleiki hevur verið góð. Tað eru bert nakrar fáar vikur síðan, at vit sóu fleiri av okkara fremstu fimleikarum kappast í Danmark við sera góðum úrslitinum, verður sagt.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo