Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Innlendis ítróttur

Mánadagin verður greitt, hvussu U21-landsliðið og A-landsliðið við monnum verða mannað til komand EM- og HM-undankappingardystir - Mynd: Hans Erik Danielsen

Mánadagin verður greitt, hvussu U21-landsliðið og A-landsliðið við monnum verða mannað til komand EM- og HM-undankappingardystir - Mynd: Hans Erik Danielsen

Mánadagin verður greitt, hvussu U21-landsliðið og A-landsliðið við monnum verða mannað til komand EM- og HM-undankappingardystir - Mynd: Hans Erik Danielsen

FSF: Nógv landsliðsvirksemi verður aftur á skránni í oktober mánað. Umframt at A-landsliðið við monnum skal spæla tveir HM-undankappingardystir á heimavølli, skulu U21-landsliðið og kvinnulandsliðið eisini á vøllin.

Harafturat fer U17-landsliðið við dreingjum til EM-undankapping í Eysturríki, U15-dreingirnir skulu til EfB Spar Nord Cup í Esbjerg, og seinni í mánaðinum skulu U19-genturnar til EM-undankapping á Kýpros.

Í samband við HM-undankappingardystirnar hjá A-landsliðnum, og EM-undankappingardystirnar hjá U21-landsliðnum verður skipað fyri tíðindafundi í FSF-húsinum mánadagin klokkan 10:00.

Á tíðindafundinum fer Sámal Erik Hentze at kunngerða U21-hópin, meðan tað verður Eli Hentze, ið fer at kunngerða A-landsliðshópin.

Vanliga er tað Håkan Ericson, ið stendur fyri úttøkuni av A-landsliðnum, men hesaferð liggur ikki fyri hjá venjaranum at vera hjástaddur.

Leygardagin 9. oktober spæla Føroyar og Eysturríki á Tórsvølli, og týsdagin 12. oktober eru tað skotar, ið koma á vitjan. Hjá U21-landsliðnum verður fyrri dysturin í hesum umfarinum spældur í Klaksvík hósdagin 7. oktober, tá norðurmakedónar koma á vitjan, og tann seinni verður á útivølli móti Ukraina tann 12. oktober.

Kvinnulandsliðið hevur eisini tveir dystir á skránni í komandi mánað. Tann 21. oktober á útivølli móti Ukraina, og 26. oktober á heimavølli móti Ungarn.

Landsliðsskráin 2021

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo