Tú kanst skáka tær undan veruleikanum. Men tú sleppur ikki undan fylgjunum av at skáka tær undan veruleikanum
- Ayn Rand

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Skúli

Í døgunum 27. – 29. apríl vóru allir næmingar í 4. og 6. flokki til landsroynd. Lærugreinarnar, sum eru partar av royndini, eru føroyskt, støddfrøði og náttúru og tøkni.

10. juni varð frágreiðingin send skúlunum og løgd á heimasíðuna hjá Próvstovuni.

Í frágreiðingini eru miðalúrslitini viðgjørd, og ymsir myndlar verða vístir. Eins og frágreiðingin, sum kom út í november í fjør, verður í hesari gjørt nakað burtur úr viðgerðini av úrslitunum.

Í niðurstøðuni verður greitt frá tí arbeiði, sum verður gjørt framyvir. Sum nevnt varð í november, heldur arbeiðið at menna uppgávurnar fram, hetta verður gjørt saman við uppgávunevndunum.

Landsroyndarfrágreiðingin, saman við hagtølum, ið verða send skúlunum, eru amboð, ið skúlar brúka sum eftirmetingaramboð.

Sí frágreiðingina her

 

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo