Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Tiltøk

Landsjúkrahúsið skipar fyri kunnandi fundi um svøvn-apnø týsdagin tann 30. august kl. 15.00.

Aftur hesa ferð verður tað Hotel Hafnia, ið leggur karmar um tiltakið, har fólk við svøvn-apnø kunnu hittast og práta um royndir við sjúkuni og stuðla hvørjum øðrum í einum fakligum umhvørvi. 

Endamál
Í fleiri ár hava apnø-sjúklingar í Føroyum livað við einari sjúku, ið ikki hevur havt skipað viðurskifti, hóast apnø tykist at vera vanligasti svøvntrupulleikin í heiminum. Nú serkøna vitanin um svøvn-apnø er alsamt meira útbreidd, ynskja fyrireikararnir at varpa ljós á stóra týdningin handan viðurskiftini hjá apnø-sjúklingum.

Endamálið við tiltakinum er at kunna um sjúkuna og samstundis koma fordómum viðvíkjandi sjúkuni til lívs. Greitt verður frá sjúkuni frá fleiri ymsum sjónarhornum.

Framleiðari av viðgerðartólum til apnø-sjúklingar vera til staðar og greiða frá ymsum í samband við apnø. Millum annað verður greitt frá um sjúkueyðkenni, um munin millum sjúkuna hjá kvinnum og monnum og um møguligar trupulleikar, ið knýta seg til viðgerðina.

Til staðar vera eisini leiðandi yvirlækni og sjúkrarøktarfrøðingur á medisinska depilinum, Bjarni á Steig og Ingun Gaardbo, og fara tey at greiða frá sjúku og viðgerð.

Harumframt verður varpað ljós á lívið við apnø, tá Jónfinn Petursson, apnø-sjúklingur, kemur at greiða frá sínum upplivingum. Møguleiki verður sjálvandi eisini at seta spurningar, práta og síggja tey mongu útgerðartólini. 

Tiltakið vendir sær soleiðis til øll, ið hava áhuga innan økið. Hetta verður seg verandi sjúklingar, avvarðandi, røktarar og líkandi.

Øll eru hjartaliga vælkomin til apnø-tiltak á Hotel Hafnia.

Tilmelding fer fram við at senda teldupost til: ordra(at)ls.fo

Vinarliga boða frá luttøku innan fríggjadagin 26. august 2016 kl. 12.00.

Vegna fyrireikararnar
Felagsgoymslan á Landssjúkrahúsinum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo