Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landssjúkrahúsið hevur fingið játtað tey undantøk frá verkfallinum hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, sum Landssjúkrahúsið bað um.

Tað sigur Óluva í Gong, forkvinna í felagnum hjá føroysku sjúrkrarøktarfrøðingunum við VP.

Sjúkrarøktarfrøðingarnir fara at víðka verkfallið mánadagin, so deildin B6 eisini verður umfatað. Men í gjár segði stjórin á LS, Steinar Eirikstoft, at trýstið á deildina er so stórt, at fara fleiri enn tveir av sjúkrarøktarfrøðingunum í verkfall, so er støðan so mikið hættislig at landsstýrið má koma uppí.

Óluva í Gong sigur, at tey eru vitandi um, at trýstið á deildina er stórt tí aðrar deildir eru stongdar.

- Undantøkini nú eru treytað av, at trýstið er so stórt. Minkar trýstið, so verða færri undantøk givin, sigur hon.

- Men so ber kanska til at siga, at hetta ætlaða tiltakið mánadagin ikki hevur so stóra ávirkan, sum tit høvdu ætlað. Hava tit ætlanir um aðrar herðingar av verkfallinum?

- Ikki júst í løtuni.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo