Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Landsverk: Talan er um mest hátekniska almenna bygning, sum er bygdur í Føroyum til dags dato. H-bygningurin er 15.500 fermetrar til støddar og samlaði kostnaðurin er, tá øll tøk játtanin til H-bygningin er tikin við - 659 milliónir krónur.

Tað sigur Landsverk, sum boðar frá, at dagurin tá H-bygningurin verður yvirtikin er 22. mars.

H-bygningurin er eitt nýbrot innan sjúkrahúsbygging og fyri Landssjúkrahúsið. H- bygningurin er bygdur afturat hinum sjúkrahúsbygninginum, og er ein samvirkin partur av øllum Landsjúkrahúsinum. Ein sera stórur og týdningarmikil partur av arbeiðnum er tískil sambindingin millum H-bygningin og verandi B0 bygningin, sum í dag er høvuðsinngongd til Landssjúkrahúsið. Tekniskur útbúnaður og flutningur á Landssjúkrahúsinum skal umleggjast og setast upp til nýggja veruleikan.  

Arbeiðið at samantvinna bygningarnar er farið í gongd og væntandi verður samanbyggingin liðug 28. juni 2022. Tað einasta, sum tá restar í, er liðugtgerð av kjallaranum í H-bygninginum, sum enn ikki er byrjað. Hetta arbeiðið tekur umleið 6 mánaðir at gera og kann setast ígongd, tá neyðuga játtanin fyriliggur.   

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo