Vit ávirka ikki vindættina, men kunnu ofta seta seglini til rætta kós
- Dolly Parton

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Flogvinnan

Skuldi nakar ivast, so er nú allur ivi ruddaður av vegnum. Poul Michelsen, landsstýrismaður í uttanríkis- og vinnumálum, hevur mælt til at geva kappingarneytunum hjá Atlantsflogi loyvi at flúgva uppá Føroyar.

Eitt sindur av skelki hevur verið hjá føroyska flogfelagnum síðani tíðindini bórust um, at millum annað SAS ætlaði at kappast á Føroyarutuni. Ikki minst tí at SAS og Atlantic Airways øll árini hava samstarvað um ymisk viðurskifti.

Treytir verða sum vera man settar, og sum skilst er ein av treytunum júst, at tær avtalur, sum eru galdandi ímillum feløgini um samstarv á ymsum økjum, ikki skulu sigast upp men halda fram. Hetta er eitt nú galdandi fyri avtaluna um Eurobonus skipanina, sum er ein loyalitetsskipan við fyrimunum til limirnar.

Væntandi fer SAS at flúgva alt árið á Føroyarutuni, ímeðan skotska felagið Logan Air fer at at flúgva sesongflúgving summarhálvuna.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo