Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Svar upp á fyrispurning nr. 14/2020 eftir tingskipanini § 52a

Fyrispurningur frá Heðini Mortensen, løgtingsmanni, settur Jørgen Niclasen, landsstýrismanni í fíggjarmálum, um møguliga sølu av almenna ognarlutinum í BankNordik

Fyrispurningurin er soljóðandi:

  1. Hvørjar broytingar heldur landsstýrismaðurin, at tað fer tað at hava við sær fyri umstøðurnar í BankNordik, burtursæð frá teimum fíggjarligu, um almenni ognarluturin í bankanum verður seldur?

  2. Hvørjar broytingar heldur landsstýrismaðurin, at tað fer tað at hava við sær fyri starvsfólkini í BankNordik, um almenni ognarluturin verður seldur?

Svar:

Í viðmerkingunum til fyrispurningin hugsar spyrjarin eitt dømi, at útlendskir ognarar keypa P/F BankNordik og gera bankan til deild/ir undir útlendsku fyritøkuni.

Eg havi í fyrispurningi nr. 13/2020 greitt frá, at samgongan hevur avtalað, at “landsins ognarlutur í vinnufyritøkum verður endurskoðaður”, og í røðu løgmans á ólavsøku 2020 varð nevnt, at “tað í nøkrum førum [er] skilabest at einskilja fyritøkur – og í øðrum førum tryggja, at kappingin millum almennu partafeløgini og privatar fyritøkur verður jøvn”.

Ætlanin at endurskoða landsins fyritøkur fevnir eisini um Fíggingargrunnin, sum eigur ein triðing av P/F BankNordik.

Tað skal fyrst nevnast, at í tráð við ætlan landsstýrisins at endurskoða ráð og nevndir hjá landinum verður arbeitt við at taka Fíggingargrunnin av, soleiðis at landið verður beinleiðis eigari av ognarlutinum í P/F BankNordik.

Landsstýrið hevur ikki endaliga viðgjørt og tikið støðu til spurningin, um ognarluturin í bankanum síðani skal seljast. Til tað skulu fleiri viðurskifti lýsast betri, fyrst og fremst hvønn týdning tað hevur, um landið eigur í bankanum, og síðani at greina, hvussu útlitini eru fyri at fáa rætta prísin, hvussu sølan skal fara fram o.s.fr.

Tað er tí torført – fyri ikki at siga ómøguligt –, at siga, hvørjar broytingar ein møgulig søla av síðsta triðinginum av bankanum fer at hava við sær.

Viðkomandi spurningurin fyri landið er, um tað skal brúka almennan kapital til at vera partur av vinnufyritøkum. Tað er í tí sambandi neyðugt at fáa lýst øll viðurskifti væl. Tað mugu vit taka okkum stundir til og ansa okkum eftir ikki at grugga málið við hugsaðum ræðustøðum.

Tinganes, 21. september 2020

Jørgen Niclasen
landsstýrismaður í fíggjarmálum

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo