Ein kvinna veit, at ein maður hevur hug á henni, áðrenn hann veit tað sjálvur
- Francis Bacon

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Alt tað uppsparda avlopið hjá landinum er, eftir bert einum ári, brúkt vegna ófíggjað útreiðslugildi hjá landsstýrinum. Samstundis hevur landsstýrið minkað inntøkur landsins við fleiri lógarbroytingum, uttan at seta nýggjar inntøkur í staðin.

Úrslitið er, at farið er frá avlopi á nærum hálva milliard í 2019 til stórt hall - sjálvt uttan útreiðslur orsakað av korona.

  • Nú fíggjarlógaruppskotið fyri 2021 er lagt fram er greitt, at leypandi útreiðslur landsins til rakstur eru øktar um 600 milliónir og 12% eftir bert 2 árum - harafturat koma korona-útreiðslurnar, ið hava verið neyðugar - alt ófíggjað.

  • Inntøkur landsins og inntøkurnar hjá kommununum eru samstundis minkaðar munandi við fleiri lógarbroytingum - alt ófíggjað.

  • Serskattaskipanir settar í verk fyri fleiri bólkar - alt ófíggjað.

  • Inntøkur frá tilfeingisgjøldum minkaðar munandi - alt ófíggjað.

  • Útreiðslur til íløgur á fíggjarlógini øktar - samstundis sum íløgur, ið áður sóust á fíggjarlógini verða fluttar út um fíggjarlógina.

  • Fíggjarliga langtíðarhaldførið hjá landinum, og harvið fíggjarliga grundarlagið undir okkara vælferðarsamfelagi, er hartil munandi versnað við fleiri stuttskygdum lógarbroytingum og ófíggjaðum átøkum eitt nú á pensjónsøkinum.

  • Skuld landskassans er økt 1,6 milliard - harav bert ein partur er orsakað av korona.Nú alt tað uppsparda avlopið er brúkt, verður farið eitt stig víðari. Nú mæla samgongufólk til at selja landsins fyritøkur - eitt nú Føroya Tele - fyri at brúka enn meira pening beinanvegin. Hvar endar hetta?

  • Nú alt tað uppsparda avlopið er brúkt, verður farið eitt stig víðari. Nú mæla samgongufólk til at selja landsins fyritøkur - eitt nú Føroya Tele - fyri at brúka enn meira pening beinanvegin. Hvar endar hetta?

Fleiri ávaringar um skeiva fíggjarpolitikkin
Tað er ikki uttan orsøk, at bæði Vinnuhúsið  og Fíggjarmálaráðið - í tíðindaskrivi og búskaparfrágreiðing - ávara ímóti førda fíggjarpolitikkinum. Búskaparráðið vísir eisini á, at Føroyar - hóast korona - als ikki eru í einum búskaparligum aldudali, og mælir frá, at seta ferð á búskapin.

Landsstýrið ger nógv fyri, at flyta Føroyar burtur frá málinum um ein sjálvberandi búskap - kanska hetta er endamálið?

Søgan endurtekur seg
Á heysti 2011 fingu somu flokkar, sum nú eru í landsstýrinum – Sambandsflokkurin, Fólkaflokkurin og Miðflokkurin (umframt Sjálvstýri) – ábyrgd. Valdu tá, eins og nú, at brenna ljósið í báðum endum. Úrslit landskassans versnaði. Hetta hendi enntá hóast valt varð frá 2012 at inntøkuføra 2-300 milliónir árliga av framtíðar pensjónsskatti. Inntøkur, ið ikki vóru í 2011, og sum koma at mangla seinni.

##med2##

Á heysti 2015 fingu vit – Tjóðveldi saman við Javnaðarflokkinum og Framsókn – ábyrgd, og valdu at venda gongdini beinanvegin. Framskrivaða fíggjarlógin fyri 2016 vísti tá stórt hall á -144 mió. kr. Við javnari býti av virðunum við fult fíggjaðum lættum til lág- og miðallønt, við nýggjum inntøkum og varligum útreiðsluvøkstri, eydnaðist at venda stórum halli til avlop. Skuldin minkaði og uppsparingin vaks. Búskaparliga gjørdust vit meira sjálvberandi og sjálvbjargnari.

Á heysti 2019 endurtók søgan frá 2011 seg - tíverri.

Enn ein upprudding fyri framman
Núverandi landsstýri fremur nógv ófíggjað átøk, ið minka inntøkur landsins og økja útreiðslurnar. Úrslitið er hareftir.
Landsstýrið brennur fíggjarliga ljósið í báðum endum.

Ein av høvuðsuppgávunum hjá einum komandi landsstýri verður tí, at at fáa skil aftur á fíggjarpolitikkin og at venda gongdini – einaferð enn.

18. oktobur 2020

Kristina Háfoss
Løgtingskvinna

Hetta er eitt lesarabræv. Meiningar og sjónarmið í lesarabrævinum eigur tann ið skrivað hevur. VP leggur nógv í talu- og skrivifrælsi. Tí eru allar meiningar vælkomnar, bara tær eru innanfyri karmarnar á revsilógini og fjølmiðlaetisku leiðreglunum. VP loyvir í ávísan mun dulnevndum lesarabrøvum, tá veit redaktiónin hvør hevur skrivað.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo