Um tú ikki kanst føða 100 munnar, byrja so við einum
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Landsstýrið hevur latið 500.000 kr. í neyðhjálp til neyðstødd í Armenia og Nagorno-Karabakh økinum gjøgnum felagsskapin Mission10forty.

Endamálið við neyðhjálpini frá landsstýrinum er at veita vetrarhjálp (klæðir, hitaovnar o.l, bjálving, hurðar, vindeygu, bøta taklekar o.l.) til familjur, ið hava størstan tørv á hjálp. Harumframt fer partur av neyðhjálpini til at byggja eitt hús at hýsa familjum, ið eru vorðnar heimleysar orsaka av stríðnum.

Ófriður hevur leingi valdað á markinum millum Armenia og Aserbadjan, og í umstrídda Nagorno-Karabakh. Nagorno-Karabakh er eisini eitt av fátækastu økjum har um leiðir og vandi er fyri, at fleiri ikki klára at hóra undan, nú veturin herjar. Orsaka av stríðnum í Nagorno-Karabakh eru nógv vorðin heimleys og børn foreldraleys. Tørvurin á hjálp er tí stórur og serliga hjá børnum og ungum. Vegna stríðið eru flestu hjálparfelagsskapir farnir úr økinum, og í løtuni virka bara tveir hjálparfelagsskapir har, har Mission10forty er sjálvur annar.

Mission10forty er danskur hjálparfelagsskapur, ið hevur røtur í hjálparfelagsskapinum MissionØst, ið m.a. hevur virkað í Armenia í 30 ár. Felagsskapurin hevur tí drúgvar royndir í økinum og samstarvar við lokalar felagsskapir og myndugleikar.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo