Er nakar býttari og hættisligari máti at taka avgerðir enn at líta tær upp í hendurnar á fólki, sum ikki rinda nakran prís fyri at fara skeiv?
- Thomas Sowell

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Mítt tastatur

Sitandi landsstýri ætlar, at pappírsmiðlar skulu hava beinleiðis rakstrarstuðul úr landskassanum.

Onki krav um betri innihald fylgir við. Business as usual er nóg gott!

Vit her á VP, og onnur við okkum, hava gjørt vart við, at sjálvt um tað er ein glæsilig ætlan at royna at bøta um føroyska miðlaheimin, so má tað í besta føri sigast at vera sera ivasamt at stuðla uppá henda mátan.

Við at pilka eitt slag av miðlum út og siga, at hetta er vert at stuðla.

Tá er talan um premiering, heldur enn at veita stuðul til nakað, sum man heldur krevur ábøtur.

Vit hildu tíðin var farin, tá privatar fyritøkur sluppu at stinga snápilin í landskassan - men so tykist ikki at vera.

Vit hava víst á fyrimunirnar, sum pappírsmiðlarnir hava longu frammanundan í kappingini ímóti nýggja netmiðlinum. Bæði tá talan er um at selja lýsingar og at selja tíðindi.

Vit halda, at løtan er tann rætta, tá nú politiskur vilji er til at menna miðlarnar, at geva øllum sama møguleika. Og eftirsum at allir pappírsmiðlar eisini hava ein netmiðil, tí teir vita, at tað er framtíðin, so er tað so upplagt at stuðulin skuldi gingið tann vegin.

Vit hava víst á, at tað rættasta hevði verið at stuðla journalistiskum verkætlanum, uttan mun til hvønn miðil tær brúktu. Soleiðis hevði soltna føroyska miðlainnihaldið blivið ríkari.

Vit hava eisini víst á tætta sambandið ímillum landsstýriskvinnuna í mentamálum, Rigmor Dam, sum er mamma at uppskotinum um miðlastuðul, og so tann sum stendur til at fáa nógv mest burturúr: Sosialin - og harvið Miðlahúsið við øllum sínum miðlum.

Vit halda, tað er tankavekjandi.

Ikki bara er hetta hennara fyrrverandi arbeiðspláss. Sosialurin er eisini "gamla" málgagnið hjá javnaðarflokkinum. Og sum uppskotið nú er orðað, fer dastið av øllum stuðli beinleiðis niður á botnlinjuna í hesi privatu fyritøkuni, sum altso kappast við aðrar privatar fyritøkur, so og so.

Tá tingið stutt undan ársskiftinum umrøddi miðlastuðul segði landsstýriskvinnan av tingsins røðarapalli, at hon hevði gjørt sær "tann ómak" at kanna hvussu trupult pappírsmiðlarnir hava tað.

Vit søktu um innlit í hetta samskiftið. Í fyrstu syftu var onki samskifti skrásett í málinum. Men tá vit vístu á, hvat sagt var av tingsins røðarapalli, kom hetta:

SMS-samskifti
Tann 23. oktober 2015 sendi Rigmor Dam, landsstýriskvinna, eitt sms til Eirik Lindenskov, Sosialurin.

Rigmor D.:
Sp.: Hvussu nógv brúka tit til porto til haldarar árliga? Ikki ringja!!

Eirik L.:
Svar: Ca. 2,6 mió. kr. Hatta er bara til haldarar. So er flutningur til allar leysasølur afturat!

Akja. Einaferð varð nógv tosað um týdningin av telefonnummarinum hjá ávísum landsstýrismanni...

Hetta er ein oddagrein. VP hevur frælslynta sjónargrein, sum stundum kemur til sjóndar í oddagreinunum.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo