Tann gleðir seg sjálvan, sum gleðir annan
- føroyskt orðatak

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Vágatíðindi

Landsstýrismaðurin við ábyrgd av samferðlu, Henrik Old, segði í Løgtinginum í dag, at hann sætt at siga ikki heilt var greiður yvir, hvussu verður við Mykinessiglingini næsta ár.

Verandi veitari, smápartafelagið Mykines, hevur ein fimm ára sáttmála. Siglingin byrjaði í 2013, og 2017 er tískil síðsta árið við verandi sáttmála, tí bæði árini eru uppíroknað.

Henrik Old, landsstýrismaður, segði, at Strandferðslan hevur verið stak væl nøgd við siglingina hjá Jósup, sum hevur røkt leiðina seinastu fimm árini. Hann segði, at tað er í veruleikanum ongin annar bátur í landinum, sum er líka væl egnaður og tekur líka nógv fólk sum Jósup.

- Men vit vita í løtuni ikki, um verandi veitari er sinnaður at halda fram, segði landsstýrismaðurin. 

Hann vísti á, at Mykinesleiðin í veruleikanum hongur eitt sindur í leysari luft sum er.

- Vit hava verið í dialogi við eigaran um at yvirtaka bátin, og hann hevur ikki víst hesum aftur. Men politiskt hevur tað ikki borið til, segði Henrik Old í tinginum í dag.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo