Ver trúfastur í smátingunum, tí tað er har, styrkin hjá okkum øllum liggur
- Móðir Teresa

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Politikkur

Í dag 22. september luttekur Jenis av Rana, landsstýrismaður í uttanríkis- og mentamálum, á ráðstevnuni ”Trosfrihed - den glemte menneskeret?” á Christianborg, har landsstýrismaðurin skal hava framløgu.

Ráðstevnan verður fyriskipað av felagsskapinum Open Doors í samstarvi við Ullu Tørnæs, fólkatingskvinnu og fyrrverandi ráðharri fyri menningarsamstarv.

Á ráðstevnuni luttaka eisini m.a. Ane Halsboe-Jørgensen, danskur kirkjumálaráðharri, og Flemming Møller Mortensen, danskur menningarmálaráðharri.

Open Doors er altjóða felagsskapur, ið arbeiðir fyri at stuðla fólki, sum er forfylgd orsaka av teirra kristnu trúgv. Mett verður, at kring heimin eru meira enn 340 milliónir kristin, ið eru fyri mismuni ella forfylgd orsakað av teirra trúgv.

Sí meira kunning um ráðstevnuna her.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo