Hold og lyndi hava ikki altíð sama lit
- V. Poulsen

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Onnur tíðindi

Eftir at tað herfyri kom fram, at portrið út á Lógv í Saksun helst er ólógligt, vil Hagafelagið hava landsstýrismannin við ábyrgd av málinum at fáa tað burturbeint.

Men Helgi Abrahamsen ætlar at kanna málið nærri fyrst.

Við VP sigur hann, at tað er ein ávísur ivi framvegis.

- Áðrenn vit gera nakað mugu vit fyrst kanna, um heimildin er í lagi. Tað er ikki heilt greitt, hvør kann gera nakað við portrið - um tað til dømis er løgreglan ella Búnaðarstovan. Tað mugu vit fyrst finna útav. Harafturat mugu vit vera 100 % sikkur í, at portrið er ólógligt. Har var ein vissur ivi í svarinum, tí vit høvdu avmarkaða tíð at kanna tað.

Helgi Abrahamsen dugir ikki at siga, nær hann er liðugur at kanna málið.

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo