Um tú ivast, at nakar leggur í, um tú ert á lívi, gloym so eini tvey mánaðargjøld
- Earl Wilson

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Landstreymstøðir til skip og kranar er eitt pluss fyri umhvørvið. Tí áttu føroysku kommurnar at gjørt tað sama, sum Kolding kommuna nú fer undir, og sum aðrar danskar kommunur longu hava gjørt. Kolding kommuna er nevnliga farin undir projektering av nýggjum íbindarmøguleikum og elveitingum til skip og kranar.

Endamálið er, at skip við bryggju skulu leggjast til streym og harvið sløkkja dálkandi dieselmotorar umborð. Samstundis verður hugsað um verandi og framtíðar kranar, sum nýta ravmagn, so vinningurin fyri umhvørvið verður størst møguligur. Kolding kommuna sær hetta sum eitt umráðandi stig fyri at gerast CO2-neutral í 2030, skrivar Maretime Danmark á heimasíðu sínari.

Føroysku kommunalpolitikarar hava ført fram, at tað skal vera ógjørligt at fáa til vega landsstreym, og hevur verið nevndur ein kostnaður upp á 200 milliónir krónur. Men sambært Kolding kommunu, so vænta tey, at íløgan í landsstreym fer at kosta umleið 15 milliónir krónur, íroknað íbindingarstøðir til skip og kranar.

Heimafriður hevur áður kannað, hvat landstreymstøðir til skip (ikki ferðamannaskip) kosta, og niðurstøðan er, at talið er meira enn 10 ferðir lægri enn tað, sum kommunurnar hava ført fram. Eisin hava ymiskar fyritøkur kannað hetta og koma til nætan somu niðurstøðu, sum Heimafriður er komin til.

Loysnirnar, sum flestu havnirnar í grannalondunum okkara gera íløgur í, eru landstreymsloysnir, sum kunnu veita skipum við bryggju streym upp til á leið 1.MW. Harafturat eru eindirnar mobilar og eru tær knýttar til elveitingarskipanina.

Í Føroyum liggja havnarøkir, dálkandi vinnuøkir og búðstaðarøkir hvørt um annað, og tað gevur avbjóðingar. Av tí at hetta er veruleikin, mugu kommunurnar veita vinnuni neyðugu karmarnar og amboðini, fyri samstundis at gera tað liviligt hjá borgarum og møguleika at trívast í økinum. Ynskja kommunurnar at halda fram við verandi virksemi á og við havnirnar og tryggja borgarum heimafrið, er eingin vegur uttanum at gera íløgur í landstreymsloysnir til skipini.

Landstreymur er ikki bara ein uppløgd loysn, men eisini ein loysn, sum gagnar skipunum, manningum, elveitaranum, havnunum, kommununum, borgarum og umhvørvinum.

Vegna Heimafrið
Trina Elttør Eysturoy
Forkvinna
Tlf. 271807

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo