Politikkur í dag er ein kapping um, hvør kann vísa mest sosiala umsorgan - fyri skattapengarnar hjá øðrum
- George F. Will

Rules

Only words with 2 or more characters are accepted
Max 200 chars total
Space is used to split words, "" can be used to search for a whole string (not indexed search then)
AND, OR and NOT are prefix words, overruling the default operator
+/|/- equals AND, OR and NOT as operators.
All search words are converted to lowercase.

Lesarin skrivar

Ongantíð áður hevur leiðslan á stovninum verið í so vánaligum hondum.

Orsakað av dugnaloysi og ódámliga atburðinum hjá stjóranum mótvegis starvsfólkum og samstarvsfeløgum er standurin nú so hættisligur, at neyðugt er at gera vart við álvarsomu støðuna, um stovnurin skal hava lív lagað.

Arbeiðsgleðin á Landsverki er horvin sum døgg fyri sól, síðani nýggi stjórin varð settur, og ørkymlanin og strongdin bara veksur dag frá degi millum starvsfólkini, sum hvørki vita út ella inn í teirri støðu, tey eru endað í.

Eingin veit, hvønn veg storvnurin vendir, og hvør kósin er, tí hon er ikki at fáa eyga á nakrastaðni.

Starvsfólkini síggja nóg illa leiðsluna, sum er púrasta fráverandi og ósjónlig, so hvør má passa bara alt sum frægast.

Úrslitið er, at eisini ónøgdin við stovnin uttanífrá bara veksur.

Eftir at stjórin tók við í fjør heyst, hevur hann útruddað meginpartin av førleikanum, sum ígjøgnum áratíggjur eru bygdir upp á hesum fyrr so stolta stovni.

Ivaleyst orsakað av undirlutakenslu, tí hansara egnu førleikar og eginleikar eru so avmarkaðir.

Fakliga hjálparloysið bara veksur dag frá degi, og sjálvur veit hann hvørki út ella inn, tí Landsverk megnar í dag ikki tær mest einføldu uppgávurnar, sum krevja eitt sindur av førleika, men noyðist tvørturímóti í størri og størri mun at leita sær hjálp uttan fyri húsið til at kalla allar uppgávur.

Ein sonn gøla, og ikki minst pínligt at vera vitni til.

Afturat teimum uppsøgdu hava fleiri væl skikkaði starvsfólk tikið avleiðingarnar og sagt seg úr starvi.

Sum panikkloysn fyri egið hjálpar- og dugnaloysi hevur stjórin sett fólk í starv uttan alment at lýsa tey, sum ein almennur stovnur hevur skyldu til.

Sum um tað ikki var nóg mikið, setur hann aftur fólk, ið fyrr eru send til hús júst orsakað av dugnaloysi.

Somuleiðis verður lýst eftir fólkum til reina umsiting, sum harvið elvir til eitt vaksandi byrokrati, í staðin fyri at seta fólk við viðkomandi fakleika á teimum økjum, ið stovnurin varðar av. Tað vil siga verkfrøði, byggifrøði og samsvarandi førleikum innan hesi viðkomandi økini.

At stjórin í síni tíð ikki var settur orsakað av fakligum førleika, tíansheldur øðrum dugnasemi, er kent allastaðni.

Setanin bygdi hinvegin á tætta grannasambandið millum hann og tásitandi landsstýrismann í økinum og luktaði langan veg av nepotismu.

Tað sigur seg sjálvt, at gongdin við so vánaligum stjóra í einum av størstu og týdningarmiklastu stovnum í landinum ikki kann halda fram.

Fyri stovn, starvsfólk og aðrar samstarvsfelagar eru tí einastu ráð at gera brúk av landsins varskógvaraskipan og kæra til viðkomandi myndugleika um bæði vánaliga leiðslu, leiðslustíl og ikki minst ódámliga atburðin hjá stjóranum mótvegis starvsfólkum og øðrum samstarvsfeløgum.

Harafturat hansara óheiðurliga atburði móti teimum, sum sita omanfyri hann. Tey sum stjórin kann taka við sær í fallinum, ið ikki slepst undan, men hvørt spurningurin bara er um tíð, til hetta kann henda.

Tað vil siga bæði aðalráð og viðkomandi landsstýrismann, sum stjórin heldur fyri tað turra spott, tí hesi eftir øllum at døma eru fullkomiliga óvitandi um vanstýringina av stovninum, og hvat fer fram har.

Ella tey bara lata standa til, tí hetta er tað lættasta.

Í staðin fyri at gera eina roynd at fáa starvsfólk at hjálpa sær við at rudda upp í byggimálum sum Glasir, Landssjúkrahúsinum og gølufongda handlinum av Asfaltsverkinum á Sundi, legði stjórin seg frá byrjan av í eina skotgrøv, har hann uttan mál og mið skeyt til høgru og vinstru fyri at fáa ábyrgdina fyri tær mongu gølurnar á stovninum staðsetta onkustaðni.

Slíkt hjálparloysi og makan til dugnaloysi er ikki áður sætt við Tinghúsvegin.

Ein kann óttast fyri, at sama skil verður við Dalstunlinum, nú stovnurin sjálvur hevur sett seg fyri arbeiðinum og ikki meldar greitt út, at hetta eru tað als ikki førleikar til longur á Landsverki, sum stovnurin annars fyrr var kendur fyri at hava.

Støðan við hesi verkætlanini svarar nøkunlunda til, at tú biður ein arkitekt tekna tær húsini, og síðani setur tveir tíggju ára gamlar óvitar at smíða tey.

Her bíðar helst enn ein byggigøla afturat teimum mongu, sum hava verið seinnu árini við rullandi politiskum høvdum sum einari av avleiðingunum. Umframt tær fíggjarligu avleiðingarnar, sum ivaleyst fara at fylgja við.

Eisini er syndarligt at hoyra og síggja, hvussu illa stjórin hevur staðið seg í fjølmiðlunum, tá hann verður spurdur um eitthvørt mál, ið hann ofta frammanundan hevur dummað seg í, og tí hevur gjørt sær tað uppaftur truplari, tá hann so í fjølmiðlunum skal verja tiknar avgerðir.

Seinast skeltingin í Eysturoyartunlinum, har hann fyrst ger eitt, síðani hálsar um, tá ein borgarstjóri ger ilt av sær, fyri hareftir aftur at broyta meining.

Tað er tí ikki løgið at størv á Landsverki, sum fyrr vóru ógvuliga lokkandi at søkja og mett sum prestisjustørv, so at siga ongan áhuga hava longur millum roynd og væl útbúgvin fólk.

Hetta kom týðiliga til sjóndar, tá stovnurin í heyst søkti eftir leiðara til deildina fyri infrakervi, har fáu umsóknirnar prógvaðu, hvussu lítil áhugi var fyri starvinum.

Ikki løgið, tá hugsað verður um, hvussu lítið møguligir umsøkjarar sóu í starvinum við einum so vónleyst skikkaðum stjóra yvir sær.

Eftir at korona sum toran sló niður á stovnin og millum annað sendi stjóran í útlegd í tvær vikur, hevur borið rættiliga av við atferðini hjá honum. Hvat hetta er, um tað er hevnd fyri egið máttloysi og dugnaloysi, kann bara vera gitt um, men síðani tá er lívið á Landsverki vorðið rættiliga ótolandi.

Stjórin hevur sligið hart niður á samanhaldið á stovninum við m. a. at banna kaffisteðgum og burturbeina allar stólarnar í kaffistovuni á teimum ymsu hæddunum. Hetta við tí úrsliti, at tað er ómøguligt hjá starvsfólkunum at hava nakra sosiala samveru á arbeiðsplássinum.

Alt meðan flestu aðrir stovnar hava roynt at funnið fram til loysnir fyri at halda jólaborðhald í smærri bólkum, hevur stjórin á Landsverki bannlýst øllum, sum luktar av hesum.

At so restin av leiðsluni er væl vitandi um álvarsligu støðuna og ikki hevur nakran sum helst rygg og ei heldur torir at mukka ímóti, men í staðin bara lograr við halanum fyri stjóranum, ger støðuna uppaftur meira ótolandi.

Gjørt verður vart við hesi viðurskifti, so avvarðandi myndugleiki ella onkur annar myndugleiki, umsitingarligur sum politiskur, tekur um endan og ger nakað við vánaligu støðuna á Landsverki og í stundini fær sett skikkaða leiðslu fyri stovnin, sum í løtuni stýrur beint út av eggini.

Hetta stig okkara er sjálvandi gjørt við tí endamáli at viðvirka til, at nýggj leiðsla verður sett fyri henda so týðandi stovn, sum hevur so stóran og avgerandi týdning fyri samfelagið Føroyar.

Ætlanin er í hesum sambandi at gera brúk av varskógvaraskipanini, so rætti myndugleiki kann taka um endan.

Starvsfólk

Um tú veitst okkurt, sum VP ikki veit - skriva so til vp@vp.fo